Á Akureyri gistu vit tríggjar nætur. Farfuglaheimið var á gongugøtuni, nógv kømur full av koyggjum. Brúsan var í einum myrkum kjallara, tað spara tey nokk eitt sindur av vatni við. Á gøtuhædd var barr/matstova/café. Stórir sjónvarpsskíggjar til fótbóltsdystir, og tá ið teir ikki larmaðu, dukaði tónleikur í rúminum. Men har var hugnaligt, sera fjølbroytt harkalið. Ung og gomul.
20. aug. var sunnudagur, vit fóru at svimja og síðani til gudstænastu. Sera lítið av fólki, høvdu vit og ein skúlaklassi ikki verið, so var næstan tómt. Og alt konufólk, eisini prestur og deknur. Nú ið kirkjan hevur mist sítt vald í samfelagnum arbeiða nógv konufólk har. Men prædikan var góð, temað var eyðmýkt, og tað - skula gudarnir vita - er ein mangulvøra hjá okkum menniskjum. Kirkjan er prýdd við glasmálningum, har var Mathias Jochumsson avmyndaður, og har sást Thorgeir Ljósvetningagoði tveita sínar heidnu gudamyndir í Goðafoss.
Bergthór Morthens: Jón |
Guðjón Gísli Kristinsson |
Bergthór Morthens : hæ og hó jibbijey
Tað góða og tað ónda |
Ja vit sóu nógv,deiligt at minnast aftur á alt sum vit gjördu.Takk :)
ReplyDelete