Jul 31, 2023

Ólavsøka 2023

Regn báðar dagarnar. Omaná varð fagnað. Madeleine var her. Bergur og Simone vóru her.Eli Sigurð og Peyton vóru her. Kristina var í KFUM á basari báðar dagarnar. Magna kom heim úr DK, har hon hevði verið til Dana Cup seint ólavsøkukvøld. Herbert er í Korea á skótalegu.





Ólavsøkan byrjaði í Leivsgøtu, Turið S hatta fitta og Eli S. bjóðaðu kalt borð. Har sóu vit nógv av familjuni, m.a. tær elskuligu genturnar hjá Brian og tær hjá Tórði, fimm rósuknubbar.





Eg og Madeleine gingu heim í býin, vit stóðu við gamla bókhandil, har var svart av fólki, so vit sóu ikki so nógv. Í Paname var fult, men Bozena og Hermann lótu okkum sleppa at sita hjá sær. Tey sótu beint við vindeygað. Nei, vit tóku taksa heim. 

Eg var forharmað vegna Berg, at veðrið var so vátt, tað er ikki tað sama at vísa fólki ólavsøkuna í oysregni. Men tað rørdi mítt ommuhjarta at síggja Berg í klæðunum hjá Hans Mariusi, sótu so væl.


Hanni Bjartalið

Rannvá Holm Moretensen

eftir ólavsøku

Hæddarpunktið hjá mær var sjálvandi fólkafundurin á Háskúlanum, tí eg hevði tann heiður at halda røðu. Hevði líkasum trý temu 1.útvarp Føroya í integratión, 2.flaggdagar og 3.eru vit tað, sum vit siga, vit eru. Tað var ein spennandi løta, tíbetur spældi alt væl av. Kristina  (9 ár) var eitt sindur forskammað av mær, segði hon, tí at eg sang í røðuni, og eingin annar sang. Ja, fyrr var tað børnini, sum høvdu skomm av mær, nú er tað ommubørnini - tað er vist bara nátúrligt her, sum høvuðsreglan er : vís teg ikki fram, halt lágan profil!

Av framsýningum havi eg sæð: ólavsøkuframsýningina í Listaskálanum, handverkslist í Mullers, Jógvan Glerfoss í Perluni, gamlar havnarmyndir í reinsarínum og kvinnur sum fortografar í Tjóðsavninum.

No comments:

Post a Comment