Jul 24, 2013
Summarskúlin mikudag
Á Háskúlanum er so hugnaligt umhvørvi, friðarligt og grønt og kortini í býnum. VIt hava fríkorter við frukt og saft og rørslu hvønn fyrrapart, í dag var tað súrepli, melón og banan.
Eldriflokkur skuldi fara at svimja, men har høvdu vit okkara fyrsta stóra kiks! Svimjihylurin var stongdur! Tað var spell, men vit hava so umskipað tímatalvuna, so at tey fara at svimja fríggjadagin.
Í dag vóru tey yngru til sjónleikin Veiða vind eftir Rakel Helmsdal og Kára Bæk. Hann verður vístur í tí gamla náttúrugripasavninum á Debessartrøð.
Í dag fingu børnini steinarnar heim við, tit síggja grótframsýningina her:
Subscribe to:
Post Comments (Atom)
No comments:
Post a Comment