Jul 20, 2013

G! betri seint enn aldrin

Men hevði eg vitað, at tað var soleiðis, hevði eg langt síðani havt dyrkað G! big time. Men í dag var eisini so fínt veður sól og stilli. Vit vóru á spæliplássinum, tey smáu fingu andlitsmáling, og vit vassaðu. Emil hevði spælikortini við.

 

007

012036041

046045

Øll vóru har, og øll blíð og glað um veðrið.

013052071

Í fjósinum var upplestur, yrkjarar lósu egnar yrkingar. Alexandur Kristiansen var stuttligur, turrisliga stuttligur, Jóanes Nielsen var góður sum væntað, men fisuprátið er enn í fokus. Bæði Jóanes og Oddfríður skriva um, at teir vilja hava sítt egna gravstað at passa, áðrenn teir eru deyðir, helst nú beinanvegin, tann hjá Oddfríði var ikki góð, prosaisk og lágtflúgvandi, tann hjá Jóanesi var meiri sansalig og ólekkur. Men stuttligt hugskot at taka annað beinið fyrst og grava tað, so at moldin kann venja seg við gestin, áðrenn allur kroppurin  verður dumpaður.

021022024025

Masterplanurin hjá Turið funkaði, hon fann ein koyrara til teirra bil, so fóru teir stóru dreingirnir við honum, og tey trý smáu við mær. Tey vóru nokso moyr á suðurvegnum.

094095

No comments:

Post a Comment