Mar 15, 2011

Ship Breaker eftir Paolo Bacigalupi

New York 446

Ungdómsbók.

Bókin er ein dystopi, hendingarnar fara fram í eini framtíð, tá ið okkara lívsstílur er horvin, í hvussu er fyri ein stóran part. Hendingarnar eru í USA, býurin Orleans er ein sokkin býum, og Orleans II er eisini sokkin, og nú er Orleans III bygdur. Á havsins botni standa hús og skýskavarar og tornini peiggja til stóran ampa fyri skipaferðslu. Vit fáa ikki at vita, hvat ið hendi, men tsunami er heilt vist ein partur av tí vanlukkuni.

Høvuðspersónarnir eru arbeiða sum ”scavengers”, tað er ránsfuglar ella ræfuglar, í hesum førinum fólk, sum livir av at finna brúkiligt tilfar í gomlum tangaskipum, kopar, stál og annað, ofta er so trongt at arbeiða innan í skrokkinum, at bara børn fáa verið í arbeiðssjakkinum. So selja tey tað til teir ríku, sum búgva onkra heilt aðrastaðni. Tey liva sera fátæksliga og allir hentleikar eru horvnir.

Høvuðspersónurin kemur í samband við eina gentu úr tí ríka partinum, hann bjargar henni, tey flýggja, tí at hon verður jagstrað av kappingarneytum hjá pápa hennara, sum vilja taka valdið í hansara vinnuliga imperium. Og tey flýggja eisini undan pápa hansara, sum er rúsevnisvrak viðongum fyriliti, harðligur, drápsmaður og hevur sera ljótan munn.  Spennandi. Endar væl.

No comments:

Post a Comment