Framsýningin í Steinprenti er sera stuttlig. Hasin Hanni er fínur, nkarar myndir eita træobjekt, smá hús, nátthús ella skúrar, ikki vøkur ella snotulig, bara klampað saman, og so ein long trappa sum gongur til eitt hús í leysari luft, tað var sera tankavekjandi. Eg sá eisini vanlukkuna í Japan. Myndirnar Bøklabýur og Tekin góvu mær eina óhugnaliga kenslu av knústum býum og eini daprari framtíð…men tað er kanska mest projektión…
Ná so fór eg gjøgnum Vágsbotn og hvat sá eg gjøgnum vindeygað á Hvonn, eina eyðkenda tuniku, ljós við onkrum broderí í erva, jú tað var Anna. Eg fór so gleivandi inn, so eg fekk eina lítla P-løtu har saman við Kára og Onnu. Anna tók eina so pena mynd av mær og Kára, men hvat galt, tá ið eg skuldi serta hana á bloggin , bar ikki til, tí at tað er video, hon hevur tikið. Fái tað ikki at rigga.
Dagsins størsta var kortini 40 ára dagurin hjá Shahini, sum varð hildin í Mettustovu. Har var so hugnaligt, Elly og Shahin duga so væl at pynta og borðreiða og í heila tikið at vera vertir. Familja og vinir hjá teimum báðum fingu høvi at hittast. Høgni av Skarði helt eina lítla talu fyri Shahini, sera tankavekjandi orð um nánd og fjarleika. Langt, langt síðani spældu teir saman í Vágsbotni. Báðir eru uppvaksnir burtur og hava part av síni familju burtur í øðrum londum. Nú koma teir saman her, sum myndin av teirra felags langommu hongur á bróstinum. Sigri Mitra hevði yrkt ein sang til Shahin, og eg haldi øll taka undir við niðurlagnum, sum er “Eg haldi, at tú skalt koma heim”.
Kipp ikki! Mær dámar væl hasa ovastu myndina! Hvussu eitur framsýningin??
ReplyDelete