Bókin er fantastiska stuttlig, og verður ongantíð platt.
Tað er ein brævaskaldsøga um fólk á Guernsay undir krígnum og eftir kríggið. Fólk í kríggi, menniskju í djúpastu neyð, tá ið alt er sagt og gjørt, tá ið alt er roynt , og alt er miseydnað, hat tæri er tá í menniskjunum, hvat tilfar?
Høvuðspersónurin er Juliet, sum skal skriva eina bók um hesi fólkini, stuttligt at lesa um hennara skriviprosess. Høvuðspersónur er eisini Elizabeth, sum tó er deyð, tá ið bókin byrjar, men tað vita vit ikki. Bókin er um at skriva, men eisini um at lesa. Bókaklubburin á Guernsay er ein áhugaverdur paralellur til okkara nógvu bókaklubbar ella lesiringar. Bókin er 240 síður.
No comments:
Post a Comment