Mar 2, 2011

The Postmistress eftir Sarah Blake (2010)

New York 447


 

Hendingar fara fram undir krígnum. Tvær søgur, sum nærkast hvørji aðrari , tá ið bókin endar. Høvuðspersónar eru ein postmeistari – Iris - í tí lítla býnum Franklin á eysturlandinum í USA. Hon er sera arbeiðssom og ger altíð sína skyldu, sum er at fáa postin út til fólk – uttan eina ferð. Einans gang ger hon ímóti tí skylduni…..Í hini søguni er Frankie, ein amerikansk genta, sum er reportari í London í Blitz krígnum. Hon er útvarpsreportari, áhugavert at lesa hennara hugleiðingar um, hvussu mann skal siga tíðindini fyri at tey skula ávirka ella hjálpa í støðuni. Hon fer eisini til Frankaríkis at royna at siga søgu teirra túsundtals flýggjandi, jødar, sum royna at sleppa umborð á eitt skip í Lissabon ella onkustaðni í Frankaríki. Í Amerika lurta tey eftir ”the radio gal”, nógv hava hug at sløkkja bara, men summi verða fangað av hennara ræðuligu og syrgiligu søgum. Í millum hesar báðar er eingilskmenn, sum hvørja nátt mega búgva undir jørð og ikki vita, um húsini standa´, tá ið morgunin kemur og amerikanarar, sum eru so langt burturi frá krígnum, at tað neyvan er í yvirskriftunum.

Aftast í bókini er sett ein samrøða við høvundin og so nakrir kjakspurningar.

Bókin er 361 síður.

No comments:

Post a Comment