Fyrst kom Inga Rósa inn á gólvið kl. 8, tað er 7 gamla tíð, hon var á veg til arbeiðis. So kom Turið ein løtu seinni at boða til gongutúr. Tá ið eg var komin fyri meg og hevði latið meg í, fóru vit avstað, vit gingu út á Norðasta Horn eftir reiðgøtuni. Tað er ein so herligur túrur, fram eftir sløttum og bleytt undir. Men eg má siga, at tað er mær ein gáta, hvussu eg fyri minni enn ári síðani kundi ganga ca. 20 km um dagin í vikuvís. Tað má hava verið motivatiónin, hvat annað var at gera? Vit høvdu jú flogbilett heim úr Santiago..og ja tað er torført at greiða frá, men tað var hvørki tungt ella keðiligt.
Ná men í dag var ikki keðiligt, sólskin og góð luft. Práta eitt lítið sindur um politisku støðuna, nýggja flokkin hjá Poul M. bøkur hj´´a Ungu Føroyum, ætlanir í summar, altíð dagføra upplýsingar um, hvør fer hvar nær, og hvør verður heima nær. Og hvør skuldi koma spákandi uttan Óli Vesturskarð, og á heimvegnum hittu vit Poul og Sólrún.
Vit fóru inn til Lív at fáa okkum te og fregnast, hvat hon lesur í løtuni. Áhugavert.
No comments:
Post a Comment