Fimti mars var ein minniligur dagur. Tá kom diddan hjá Turið og Halli og Herbert í heimin, er tað ikki bara fantastiskt? Soleiðis gongur heimsin hjól, summi fara út úr tíðini, seta punktum ein ávísan dag og eitt klokkuslag, og onnur gera sína entré, draga andan fyrstu ferð sjálv, sjúkrasystirin hyggur at klokkuni, nú! nú byrjar hennara lív, hennara tíð innan í tíðini. Hon kom í gjárkvøldið. Vigar næstan 6 pund og er 49 cm. long. Og eg havi tikið eina mynd av Facebook, har er hon til almenna skoðan.
No comments:
Post a Comment