



Kom til Reykjavíkar leygarmorgun kl. 6 Siti nú á landsbókasavninum í Rvík, her er so flott.
Fari aftur til FR í kvöld. Í gjár var eg við Gudny og vitjaði Rúnar og Tamilu, tað var stuttligt at síggja Rúnar aftur. Nógv ár síðan seinast.
Hon er 82 ár, fyllir 83 í apríl. Hvør skuldi trúð tí? Hon var í kvøldskúlanum og helt fyrilestur og vísti fram bæði tógv og liðug avrik, virkað úr ull og tógvi. Bæði broddi og samfingnum. Sumt so sterkt sum seglgarn . Seyðbond skuldu ikki vera úr svørtum, søgdu tey gomlu, um tú hevði bara svart, so noyddist tú í minsta lagi at hava nakað av hvítum í – tað hevði at gera við tey fornesku. So livandi og áhugað í evninum við sama lag eftir øll hesi ár. Nógvar søgur frá túrum kring landið og í øðrum londum. Tað hvíta turriklæðið á myndini er ikki bundið men knýtt.
Í gjárkvøldið kom boð um, at rektararnir skula taka støðu til, hvussu danskt skal skipast í miðnámsskúlanum. Rektararnir???? Fyri at sleppa frá tí kjaki og kegli, sum annars er í øllum hesum máli? Ná, okkara rektari hevur verið so frægur, at hann hevur biðið faklærararnar um ráð. Eina ferð um árið hittast føroysktlærarar á miðnámsskúlum á fundi. Tað er lærugreinaráðgevin, í løtuni Sólvá Jónsdóttir, sum skipar fyri. Vit hittust í morgun í arbeiðarafelagshúsunum í Tjarnardeild. Kunning um námsætlanir og próvtalsstiga osfr. Vár í Ólavsstovu legði í stuttum fyrilestri fram nakrar niðurstøður úr síni Phd ritgerð. Nógvar avbjóðingar á mongum mótum, fáar loysnir. Langir ynskilistar og ongin at taka ímóti listanum. Fyrr var føroyskt hjálparfak hjá donskum, nú verður danskt hjálparfak hjá føroyskum, mangt umbroytist á mansins ævi.