Feb 25, 2011
City of Museums Day 6
Fór ikki heimanífrá fyrr enn kl. 8.30. Eggs, cheese and ham on a bagel, juice, coffe (12 dollars. Metropolitan Museum of Art er stórt, eg meini gildugt. Valdi rómverska, kypriska, grikska list og mang annað frá. Valdi modernaða málningalist. Tað er undranarvert, at nøkur listaverk eru eftir i Evropa, so mong sum her eru. Tað var sera spennandi at siggja, eg visti ikki, at Degas hevði gjørt so nógvar skulpturar. Tá ið hann var deyður funnu tey eina rúgvu av halvlidnum og heillidnum formum og útkastum til smáar standmyndir. Arvingarnir góvu loyvi til at myndirnar vórðu stoyptar, mest balettmyndir, hestar og so konur antin i bað ella a veg úr bað og í ferð við at lata seg í, greiða sær etc. Men tann amerikanska modernisman sigur mær ikki nógv, má eg siga.Síðani fór eg eftir Museum Mile til Guggenheim, men hvat galt, har er ikki opið hósadagar, annars er tad mánadag, at museum eru stongd, men nú var hósdagur, so eg sá bara museumið uttanífrá, men tað er nokk eisini tað flottasta. So gekk leiðin tvørtur um Central Park til Museum of Natural History, eitt planetarium við einum filmi um stjørnur og sólina, Whoopi Goldberg las tann sera pedagogiska tekstin, siðani var har ein stor framsýning um djór og mentanir úr øllum heiminum, støvutir filar og tikarar - nokso nógv øðrvísi enn BBC djórafilmarnir, vit eru von við. Men hetta er eitt gamalt museum. At enda tók eg Metro til Harlem, 125nda gøta er mitt i Harlem er mar sagt. Leyvoy hevði viðmælt eina Sylvia's, eg fann ikki Sylviu, men MacDonald, so tað var ikki soulfood beinleiðis...men eingi hvit folk at siggja næstan. So aftur M downtown og til gongu heim, tá vóru føtur og bein ikki nógv verd.
Subscribe to:
Post Comments (Atom)
No comments:
Post a Comment