Feb 16, 2011
Bókastev í kvøld
Bókin var Renselse hjá Sofi Oksanen. Óunnilig bók á mangan hátt, kanska er tað soleiðis vit menniskju verða, tá ið vit verða viðfarin sum dýr. Vit brutaliserast, sum Aliida. Bókin er um persónar, Aliidu, systur hennara og svágin og systurdóttrina, men eisini um eitt land. Og persónar, konufólk og land verða hertikin og neyðtikin og yvirrend. Ein høvuðsmynd er flugurnar og maðkarnir, eiturkoppar og onnur skordýr. Fremst í bókini roynir Aliida at brúka flugusmekkaran, men tað er ikki so lætt at steðga flugufloyminum. Neyðars Estland, sum hevur ligið har til fótatraðk hjá russum og nasistum. Aliida er sterk, hon hevur ein sterkan vilja og eitt yvirlivilsisgen. Heitið á bókini kann nokk vera so mangt, kanska Aliida reinsar sína samvitsku og fær avlát fyri sítt lív, tá ið hon hjálpir Zaru. Kanska er seinasti eldurin tann endaliga reinsingin, útruddingin av eini familju og eini svárari konflikt í Aliidu og í Estlandi. Zara er tann nýggja tíðin, men hon fer nokk úr Estlandi, og hon hevur eina tungu byrðu við sær.
Subscribe to:
Post Comments (Atom)
No comments:
Post a Comment