May 21, 2024

Samsø - mai 2024

 Danmark er so gjøgnumorganiserað og væl kortlagt, at tað er einki fyri at ferðast. Fyrst Metro á Nørreport, so tok til Vordingborg og so Samsøferjuna. Frá ferjuni fór eg til gongu til Ballen. Ferjan var sera lík okkara ferjum, nakað sum Teistin til støddar ella millum Teistan og Smyril. Kafeteria var meiri líkt Smyrli.

mítt kamar á kvistinum

Gististaðið Balliwood í Ballen


Eg búði í einum frálíkum gististað, fekk stórt kamar á loftinum, ljóst og gott og gott baðirúm á gongini. Nógv ferðafólk eisini nógv børn vóru á Samsø nú um hvítusunnuna, og nógv ymisk mál vóru at hoyra. Tað besta við Ballen var caféin Den gamle købmandsgaard og ikki at gloyma sandurin ella strondin. Har gekk eg túr. Har vóru so nógvir ymiskir steinar. Enntá fór eg eisini at vassa. 





móðir og barn













Leygarmorgunin ringdi eg eftir bussi. Har er tað so, at tú kanst ringja eftir bussinum, men tað skal gerast tveir tímar áðrenn fráferð.  Tá bussuin kom, var tað ein taksabilur. Tað kostar bara 45 kr, og teir koyra um alla oynna. Annars er tað upplagt at súkkla á Samsø, sum so mangastaðni í Danmark.





 Eg fór til Tranebjerg, sum er tann størsti býurin á Samsø. Har er eitt museum. Sera áhugaverdar sýningar. 1. listfoto 2. Thorkild Bjørnvig 3. Vælhavandi gamal bóndagarður. Sunnudagin hevði eg ætlað mær í kirkju, men eingin kirkja er í Ballen og ikki gudstænasta í Tranebjerg. Hugsi ein prestur røkir alla oynna.   

Nógvir handlar eru í Ballen, m.a. er ein sum lýsir við, at tey hava G & G. Og einastaðni, har eg bað um salat við ongum breyðið, fekk eg steinaldarbreyð, so tað var eitt kvett. Gevi mítt besta viðmæli, fínt til Fróar frídagar, møðgutúr, familjutúr, bindiklubb m.a.







No comments:

Post a Comment