 |
Ordrupgaard |
Lisa hevði langt ssíðani fortalt mær, at ein spennandi serframsýning var á Ordrupgaard. Tað vóru listarverk hjá kvinnuligum impressionistum, sum hava staðið í skugga av monnum. Framsýningin skuldi vera til 20. mai, so vit fingu akkurát tíð at njóta hana.
Impressionismen og dens oversete kvinder
Framsýningin er 150 ár eftir fyrstu impressionist framsýningina í París í 1874.
Nøvn sum Berthe Morisot, Eva Gonzales og Marie Bracquemond og onnur. Saman við myndunum var tekstur, sum segði frá teirra lívi og virki og teirra stríði fyri at sleppa upp í part.
 |
Mary Cassett 1880 |
 |
Berthe Morisot |
Eg var ein túr á
arbeiðarasavninum í Rømersgade. Har havi eg verið nakrar ferðir. Framsýningin er ikki so lætt atkomilig, tí hon er í einum gomlum húsum við smølum trappum og smáum rúmum, men tað sjálvandi samstundis partur av arbeiðarasøguni.
Nógv av innbúnum var úr 50 árunum, so tað var heilt heimligt. Var eisini á einum savni, sum var ein ríkur bóndagarður á Samsø, og so var er á Rosenborg, har ið Chr. firtal hevði kátt sítt lív. Munur á monnum, má man siga.
 |
teak hillar til sína smiku og kamb |
 |
Samsø museum, heim frá 1900 talinum
Rosenborg slott frá 1600 talinum
|
 |
rav ljósakrúna |
 |
Bukkan hjá kongi, flísarnar eru úr Delft |
No comments:
Post a Comment