Aug 3, 2015

Mánamorgunsgleps

Tey eru ordiliga gearað í ÚF í morgun  - Wacken festivalur á skránni, og sms skipanin er frá. Nú eru sms’ini um mál! Áhugavert. Eitt sms sigur, at tað eitur “úr” Nigeria ikki frá – púra rætt. Ein annar smsari sigur, at “líka” sum í “skula líka hoyra ein sang” er danskt og vánaligt føroyskt, eitt annað sms er um “mær dámar”.  Tað, sum mær ikki dámar, er, at útvarpsfólkini bæði, morgunvertirnir, sum tey verða kallað, taka málsligu viðmerkingarnar næstan sum skemt, flenna og roksa, og siga so, at nú fara tey “líka” at gera hetta og hitt. Ikki tí, mál kann saktans vera skemtiligt, men hatta vóru góð ráð til útvarpsfólk, og tey skuldu heldur roynt at gjørt, sum teimum verður rátt.

Beint aftaná eru tíðindi, ein nýggj ung rødd, antin hevur hon ikki lisið væl uppá, ella skilur hon ikki tað, hon lesur. Trý dømi:

1. …landsstýrið kann ikki latast fyri, at….gevur onga meining, skal sjálvandi vera lastast fyri, men hvussu kann ein lesa tað so skeivt, kanska nervar.

2. ….bríksla honum….aftur høpisleyst, skal vera brigsla, ljóðar sum hon veit ikki, hvat brigsla er.

3.  Upplesarin skal ikki lastast fyri, at Ermasund er týtt “tann eingilska kanalin”. Tíðindini vóru úr DR…og ja vit vita , at týðarin hevur ov stutta tíð, tíðarfreist og tað.

Eitt ólavsøkugleps, eg veit væl, at um tú einki gott hevur at siga, skalt tú tiga, men hetta eru væl meintar viðmerkingar til okkara felags arbeiði, sum er endaleyst.

Eg lurti so nógv eftir ÚF nú hesar dagar, havi onki sjónvarp og einki internet radio, so einki annað er í at velja.

No comments:

Post a Comment