Lisa helt, at kanska hon aldrin hevði verið í Suðuroy, so vit fóru umborð á tað góða skipið Smyril. Gistu eina nátt í Vági og fóru norðuraftur úr Vági dagin eftir.
Vit hildu okkum sunnanfyri á Suðuroynni, vit vitjan norðurhelvtina eina aðra ferð.
Vit gistu á ból og bitastaðnum hjá Kitty, har var fínt at sova og góður morgunmatur. Í gongini var málningur eftir William Smith á bróstinum.
Fyrst fóru vit vestur á Vágseiði.
Fyrrapartin vóru vit á Ruth Smith savninum. Satt at siga var eg eitt sindur vónsvikin. Savnið er skipað so, at har, tú kemur inn, eru ymsar fotomyndir og málningar eftir William Smith. Einki stendur um, hvør er á fotomyndunum, eg hugsaði tað vóru foreldrini hjá Ruth Smith, men tað var vinnulívsmaður við konu.
Í erva vóru Ruthsa málningar, ikki nógvir, men
hennara eyðkenda verk.
Nú fóru vit til Sumbiar, vit koyrdu um Hovsegg, men ikki um Hestin, tí tað var tjúkt í erva. Norðuraftur fóru vit ikki gjøgnum tunnilin, men vit koyrdu í mjørka á fjøllunum.
Um middagin vóru vit í Famjin, og har vóru vit í
kirkjuni og skoðaðu rúnasteinin og fyrsta føroyska flaggið.
Aug 16, 2015
Ein so fínur túrur í Suðuroy
Subscribe to:
Post Comments (Atom)
No comments:
Post a Comment