Mar 25, 2014

Aliringur byrjar við O

44_10152753677384896_1908667019_n[1]

Ja, tað segði Herbert, 5 ár, aliringar byrja við O….Hann hevur ongantíð hugt eftir OLYMPISKU LEIKUNUM, teir eru 4. hvørt ár, so eitt barn sum skal læra at stava fer trúliga als ikki at síggja teir. Ella sæð TEIR OLYMPISKU RINGARNAR (ringur byrjar við R). Men hann sær ofta aliringar. O er eisini OMMA, ella ORMUR ella ORMURIN LANGI, nei…góða ikki siga tað: ….talvan er umsett, ella talvan er ein talva hjá SYSTIME, sum nú er blivið alfa og omega hjá okkum, og so var sjálvandi einki Ý í originalinum? Í stavingarbók fyrr var ÝL orðið hjá Ý, fínt, eins og ÓÐ fyri Ó.

 

Hvussu smart er at hava aliringar sum mynd fyri O ?1979744_10152753677384896_1908667019_n[1]

untitledimagesZGKG0KHT

Olympiada er langt burtur, og hon er fjórða hvørt ár. Omman er kanska nærri, og ormar eisini. Barnið skal kenna seg aftur, vit tosa um smábørn, sum enn kalla Havn Føroyar, tá ið tey skula aftur til Havnar úr t.d. Suðuroy.

OLYMPIADA er eisini sera langt burtur í framburði 1) orðið hevur ‘y’, úttalað y 2) orðið hevur trýst á fjórða stavilsi, á føroyskum er vanliga trýst á fyrsta stavilsi 3) orðið hevur langt ‘a’ – sum á føroyskum annars er ‘ea’. So….ja hví velja hatta orðið?? Er OL forrestin eitt orð?

Mar 24, 2014

Fráfaringardagur

Gleddi meg at sleppa á hvíldarheimið, treingi til nýggjar avbjóðingar. Hallur kom at koyra meg niðan í Gundadal. Eg segði farvæl við dreymatoymið á G4:

P1000995

Tey hava verið einastandandi, havi følt meg í tryggum hondum alla tíðina. Á Nainu varð tikið væl ímóti mær, Ása Olsen, sum hevure verið á Nainu í 12 ár beyð mær vælkomnari og vísti mær mítt kamar. Ikki veit eg, eg steinsovnaði.

Døgurðin var ein fantstisk súpan, sum tú heilt sikkurt verður frísk av og frikadella og epli og gularót.

P1000996

Mar 23, 2014

Trappudagur - 5. dagur á LS

P1000971

Tá ið Sólbjørg kom í morgun var eg sooo klár at fara í gongd, at strekkja, streeekkja og boyggja, ja og so var tað hasar trappurnar. fríska upp, sjúka niður…hvussu ringt kann tað vera? Ikki veit eg, eg mundi gloyma eina løtu, hvussu veikt vinstra er, so eg mundi koppað. Tvætl, tað rættaðist upp aftur. Sunnudagur er sum aðrir dagar á LS, men ein týdningarmikil munur er, sunnudagur er eggdagur.

 

P1000965

Í kvøld var Inga Rósa her úti og Turid l. hugdi eisini inn.

Og tá ið Turið fór, kom hon at trena tappur við mær, fríska upp, sjúka niður….og fyrst høkjurnar….

P1000984

P1000979

Mar 22, 2014

4. dagur er høkjudagur

I nátt svav eg ikki so øgiliga væl, eg skal siga tær tað, at ein av sjúkrasystrunum  vakti meg kl. 00.30, og her í verðini sovnaði eg ikki aftur. Tær koma inn at hyggja til sjúklingarnar, men hurðin larmar. Og so hevði eg onkran trega fyri bringuni, so bar hon mær ein hvítan snaps, men hann fekk eg so ikki niður, piparmynt, virkaði sum salva, eg fekk mær av henni – kanska var hetta til útvortis brúk?

á hosp 2 032

Altíð er okkurt spennandi á skránni, í dag skuldu høkjurnar roynast, so í morgun løgdu vit okkum at bíða eftir fyssini.

Tá ið eg hevði etið mín havragreyt, fór eg at skavast við at fara í brúsu. Alt lagt klárt, so at eg rakk eftir handklæði, klæðum osfr. Sat so har í brúsuni, herligt. Ja, tað er gott at seta prís upp á tey gerandisligur vanligu tingini, sum vit taka fyri givið.

Eg og Margit fóru eisini í holt við venjingar, áðrenn Sólbjørg kom. So kom Sólbjørg, og hon rósti okkum Smile. Vit gingu túr inni í stovuni og eftir gongini, men trappurnar bíða til í morgin. Konan í grannasongini fór eisini í trappurnar, hugsi hon ætlar sær heim til Streymnesar í dag.

á hosp 2 036P1000938

Margit bindur sær eina stjørnutroyggju úr lopatógvi og mohair, sum hon hevur keypt á Seyðisfirði, tá ið tey vóru harmonikutúr.

Dagsins hæddarpunkt er sjálvandi døgurðin, og gita hvat vit fingu í dag! Ja, ræstan fisk! Maaaa hann smakkaði væl, og garnatálgin var vist føroyameistaragarnatálg. Og so var sagosúpan omaná, reyð sagosúpan – akkurát sum abbi plagdi at gera. Á abbi abbi, tíni knø høvdu trongt til ein túr undir Jákup Midjordsa kønu hond. Tú gekk ímillum komfýrin og vaskið, og tú sat á einum krakki og vaskaði upp, beinini vóru so bogin.

Høkjudámurnar fóru sjálvandi upp at njóta hesa veitslumáltíð, marglætislív at fáa alt upp í hendurnar.

P1000940P1000941

Jákup Midjord er mín hetja – og so er hann blíður eisini, hann helt at hælurin, sum hevur sovið, síðani garðamaðurin doyvdi meg, fer at vakna – onkuntíð kanska.

P1000943

Og í dag havi eg aftur havt gestir, Lív Rósa og Sigri og Solli, og so Turið og Hallur og børnini, Herbert hevði eini stórtíðindi – hann hevur mist eina tonn, og hon er ikki blivin vekk.

P1000944

Mar 21, 2014

3. dagur

Eg svav so herliga væl í nátt. Og í dag havi eg næstan ikki havt ilt, bara tá ið eg treni. og tað er eisini meiningin. Fyrrapartin kom laborantur at taka blóðroynd.

P1000907P1000913

 

So havi eg ligið og lisið og durvað. Lisið seinna bind av Sølku Vølku. Og so kom tann spennandi løtan, tá ið eg slapp at síggja sárið.

P1000903

P1000919P1000923

Less than human.

Og so í ein stramman stuðulssokk.

P1000929

Konan í grannasongini hevur fingið nýggja mjødn, nú sita vit báðar og binda.

Mar 20, 2014

AV AV AV AV 2.DAGUR

Longu niðri í viðrakningini í gjár fekk eg eitt samanrullað vattteppi undir tað sjúka beinið, hevði tað so allan dagin sum stuðul. Men nú kemur náttarvaktin og sigur, at í grundini skal eg ikki hava nakað undir beininum, og í grundini skal beinið liggja strekt…maaa sigi eg bara, sum eg fekk ilt, og lýðin sum eg eri, royndi eg at liggja á bakinum við strektum beini í nátt, so eg svav ikki nógv, jú eg fái pínutablettir, men tær taka bara ikki alla pínuna. So hatta við pínudekkað og pínufrí, sum tey snakka um, tað er ikki veruleikin, ikki hjá mær.P1000897

Í dag kom fysioterapeutur at byrja uppvenjing, talarastólurin er eitt so hent hjálpitól, men bráða eg fór ein túr út á gongina, áðrenn fyssan kom, og so aftaná skuldi eg í rønkuna, og har vendu tær knænum, so tað passaði til teirra!!! AV! Tárini stóðu úr eygunum…men nú er tað so “bara” tann vanliga pínan aftur. Turið og børniuni vóru her, og eg fekk ein tyggigummipakka frá hvørjum teirra.

´á hosp 1 005

Nei, eg eri ikki imponerað av pínuviðgerðini, eg havi nú havt ilt í 24 tímar. Endiliga siga til, um tit hava ilt, tit skula ikki liggja og pínast. Endiliga taka pínustillandi, so tit fáa trenað, segði læknin Harry og læknin Jákup og eisini sjúkrasystrarnar, jú tær geva tær tablettir, tá ið tú biður um, men tær koma ikki at spyrja, um tað nú virkar. Vit síggja tær ikki nógv her, vit hoyra tær nógv – práta sínamillum.

Men rætt skal vera rætt, í kvøld fekk eg ein góðan tvílittan kapsil, ljósa- og myrkabláan, og so fekk eg tilboð um ein túr etir gongini, tað var fínt!

Mar 19, 2014

Mín fyrsta mønudoyving

skuldi møta á LS klokkan hálvgun átta. Móttøkan var góð, fyrst fekk eg song og klæði.

P1000883

Næsta stig er so at gera alt til reiðar. Fyrikomandi fólk Teresa, Heidi, Elspa, Tummas, Heini. bleiv spurd, hvat eg helt um at verða doyvd bara niðan fyri beltið. Segði sum var, at mær dámar illa tankan um, at nakað skal stingast í mønuna, sentralnervalagið, sum stýrir øllum okkara kroppi. Fekk so eina sissandi røðu frrá Tummasi: mønan røkkur ikki so langt niður, stungið verður inn í mønurúmið, har væta er. Well, eg skal liggja á vinstru lið, so at doyvingin fer beina leið í vinstra bein. Men hvat ólukkan galt, eitt hjáárin gjørdi vart við seg, har lá ein nervatráður og rakst, og tað klæna rørið traff! Og tað var ein stoytur! ein strála gjøgnum beinið sum eksploderaði sum túsund sólir í hælinum. Eg gjørdi eitt gallróp, hin róligi Tummas segði, at hatta hendir viðhvørt. Taå gingu ikki nógv sekund, til beinini vóru púra leys av mínum kroppi, tveir betongkubbar, sum lógu í somu song sum eg. Og so…mundi eg svímað, sum eg lá, men tvætl tey høvdu súrevni og annað gott har.

Nú varð farið í sjónleikarhúsið, har var so aftur nakað at gera klárt, konan bleiv ballað, tjalddúkur settur upp, tónleikur í oyrini. Tað gongur ikki frá mær, tá ið tey lyftu henda hvíta betongkubban upp og málaðu hann gulan.

028

Tað allarmerkiligasta var at hoyra og føla sagina fara at hurra, eg luktaði bein, sum varð sagað, tað var næstan sum brendaroykur. Løgið at hugsa sær, at eitt sovorðið knælið nú er meitlað og stoypt inn í beinið. Omanfyri strekt, niðanfyri boygt.

029

Í viðrakningini byrjaði hitt modna. AV AV AV. men har var morfin, panodil og brufen í boði, men eingin matur.

Og so varð eg rullað upp á G4, fekk drekkamunn, hevði vónað døgurða, men…og nátturðin í kvøld var ikki øsandi, trý sløg av pylsu, sum øll smakkaðu eins ella einki, jú okey rullupylsan var ok.

P1000890

 

Men her er gott at vera. Havi eisini havt gestir, l.Turið sat eina løtu, og Marianna og Amariel hugdu inn.

P1000889