Í dag var søgulig hending í Fuglafirði. Í dag 17. des. 2023 varð avdúkaður minnisvarði í Fuglafirði til minnis um konur deyðar í barsilssong. Nógv fólk var komið í lundina at uppliva hesa løtu. Eg skilti, at fleiri vóru har til at minnast sína egnu mammu, ommu, langommu ella aðrar í familjuni. Eitt so sárt evni hevur verið tabuiserað í okkara samfelag. Ivaleyst hava tey hildið, at tað besta var at royna at gloyma. Men sorgin gloymist ikki. Og við hesum tiltaki, hesum varða verður vónandi loyst upp fyri søgum og lekidómi.
Fyrireikarar o g listakvinnan |
Tey høvdu eina so sera góða skrá. Fýra børn og ein eldri dama avdúkaðu minnisvarðan, daman misti mammu sína í 1934 og børnini mistu mammu sína í 2014. Tað gjørdi hendingar livandi at hesi, sum hava upplivað slíka sorg vóru har sjálvi og tóku lut og góvu okkum lut.
Eivør sang ein sang. Hororkestur spældi, og rørandi var at hoyra trompetsolo við temanum "góða mamma eg vil sova", haldi samkoman øll táraði.
Tað mest minnisverda er talan hjá Sirið. Sirið Stenberg er tikin úr leikum sum talari, aldrin platt, aldrin sukursøtt... altíð væl funderað altíð inniligt. Eg hefti meg við tað, hon segði um, at vit minnast tað, sum sagt verður, og kunna altíð sláa upp tað, sum er í einari bók. Men tað ósagda er eisini partur av minninum, tann óforloysta sorgin í eini familju, einari ætt einari bygd er partur av arvinum. Sirið samanbar eisini standmyndina við allar tær mongu standmyndirnar til minnis um sjólatnar.
Ein súla heldur øllum uppi, stendur á jørðini, men strembar uppeftir.....nógvir tulkingarmøguleikar eru. Spennandi verður, hvat fólk fær burturúr.
No comments:
Post a Comment