Apr 27, 2018

Cardiff - Big Pit (3)


Útferðin í dag var til eitt kolanám. Vit koyrdu eystureftir og síðani norðureftir. Í dag høvdu vit Paul úr Belgia og Camille, sum er fronsk sum ferðaleiðarar, Camille er í læru sum ferðaleiðari. Í dag regnaði, so tað var gott, at okkara túrur var ikki ein gongutúrur.


Fimtan dalar eru her á leiðini, og vakurt var at koyra. Námið eitur Big Pit og er í Blaenavon, alt økið er gjørt til museum, so tú sært sjálvt námið undir jørð, men eisini búðir og hentleikar, sum tey høvdu uppi á jørðini.


Vit skuldu í hjálm við lykt og skuldu lata frá okkum alt við battaríi, so eg bleiv av við myndatólið, tessvegna ongar myndir úr náminum. Ein ung kona, Emma kom við okkum niður í lyftini, og so gingu vit gjøgnum námsgongina, og hon greiddi frá. Vit vóru 90 metrar niðri í jørðini. Hon vísti okkum eisini rossabásarnar til rossini, sum drógu "the drums" t.e. vognar við koli ella viði. Rossini blivu væl passað, mangan betur enn fólkið, tí tey vóru dýr at keypa, 72 ross vórðu brúkt í hesum náminum. Men meðalaldurin var ikki høgur - hvørki hjá fólki ella rossum.
Uppafturkomin fingu vit eina simulatión. Teldustýrd uppliving av spreinging og kolagrevstri, sera flott gjørt.


Øll familjan kundi arbeiða í náminum, mamman toga vognar - tí at til 1842 drógu kunufólk vognarnar, í 1842 bleiv tað bannað at brúka konufólk til tað, so fóru tey at brúka ross, og tað var til 1972, tá ið maskinur komu í staðin. Pápin og teir stóru dreingirnir brutu kol, og smábørnini, heilt niður í 5 ár blivu brúkt at hava duravakt, tey skuldu lata hurðar upp og aftur, hvørja fer ein vognur skuldi passera.

Hvør arbeiðari hevði eitt skáp.


Námið hevði brúsurúm til arbeiðararnar, og har var framsýning av ymsum lutum og ein jarðfrøðilig frágreiðing um kol.


Næsta stoppið var í bygdini Hirwaun, har vit fingu eina máltíð. Og síðsta stoppið var á Penderyn destillarínum, í Wales hildu tey, at tá ið øll hini gera whiskey, so fara vit eisini at gera whiskey.




Turð og eg ótu seinni indiskt á Duchess of Delhi og sóu ein stak vánaligan undirgangs-monstur film aftaná, hann eitur A Quiet Place.

.

No comments:

Post a Comment