Vit fóru inn í námið og djúpt, djúpt niður – frískligur saltangi allan vegin. Inni í indrum jarðar hava tey gjørt eitt stuttleikarúm, har var spælipláss, golf og borðtennis, og har bar enntá til at rógva í smáum bátum á einum vatni. Hagar niður var farandi við lyft. Vit hugdu niður av balkongini, sum vit gingu á.
Ferðaleiðarin dugdi sera væl enskt og greiddi væl frá arbeiðinum í náminum. Hann vísti okkum træmaskinuna, sum varð brúkt til at heysa saltsekkir upp úr náminum við, ross vóru á hvørjum armi og drógu maskinuna runt. Han nevndi, at rossini høvdu eitt hart lív og livdu ikkileingi, hann nevndi eini um menniskjuni høvdu eitt hart lív.
Í n´minum var eitt bønarrúm við halgimynd, sum arbeiðararnir bóðu til, árenn teir fóru níður í dýpi.
Vit sluppu at smakka saltið á vegginum, tað smakkaði væl. Saltveggir og saltloft í einum stórum katedrali, tað var virkuliga flott.
Uttanfyri vóru nakrar sølubúðir.
Og nú gekk leiðin á flogvøllin, bíðrøðin á flogvøllinum gekk nokso seint, men boarding passini skuldu eisini skrivast við hond
Deiligt at hava sæð ein lítlan part av Evropa afurat – men Rumenia er ikki lítið, tað er stórt og sentralt.
No comments:
Post a Comment