Apr 16, 2019

Gamlir pílagrímar - kirkjur og list.

Turið, Bergljót og Inga Rósa í høvuðsjarnbreytarstøðini í Antwerpen 8.apríl 2019

Nello og Patrasche (Batist Vermeulen), drongurin og hundurin liggja og sova undir steinsetingini framman fyri dómkirkjuni í Antwerpen.

Vit keyptu ferðaseðlarnar í august, so vit hava havt góða tíð at gleða okkum at vitja Fridu Sofíu og familjuna. Vit høvdu vónað, at várið fór at vera komið í Champagne, men har var ísakalt. Men hiti var innanveggja og manna millum. Frida S. var guide og bilstjóri, og Michel kyndi í peisini um kvøldið.
Fyrsta stopp var í Antwerpen í íbúð á Turnhoutsebaan í Borgerhout. Sera áhugavert - ein býarpartur við fult av marokkanarum.

Ein serhandil við knøppum í milliónatali, broderíum, tógvi og nógvum øðrum, sær gamaldagsur út.
Vit tóku sporvogn inni í býnum. Sum gamlir pílagrímar høvdu vit fragd av at vitja Jákupskirkjuna, har er forrestin Rubens grivin. Vit fingu eitt sindur av tí gamla adrenalininum, tá ið vit sóu jákupsskel og tilsiping til Jákupsvegin.

Kanska í so langt at ganga hjá hálvgomlum konum


Sjálvandi vóru vit í dómkirkjuni í Antwerpen eisini, har var júst nú ein stór listaframsýning, m.a. við Rubens málningum. Men tað sum hugtók okkum mest var listarverkið DIASPORALIA , ein listarlig áminning um dagsins flóttar og tilflytarar. Nógvar madrassur við lutum á , ein lega fryst í tíð, eingi fólk, men lutirnir tey áttu - ein taska, ein vasi ein bamsa, ein telefon osfr. sera hugvekjandi

Koen Theys Diasporalia 2018, málað bronsa.







Alma Mater hjá FS, universitetið í Antwerpen.

Vit nutu góðan blíðskap í Reet í Antwerpen, áðrenn vit fóru til Oyes í Champagne. Frida S. vísti okkum dómkirkjuna í Reims á vegnum.

Gotiski katedralurin í Reims

bodnar til døgurða í Reet, Emil vísir blíðskap

Nú vóru vit komnar til Oyes í Champagne, til paradísið hjá FS og familjuni. Sólin skein, men tað var ísandi kalt. Tey hava altíð okkurt at gera í tí stóra garðinum.Vit vóru í Oyes í 4 dagar.
Tvær ferðir fóru vit sjálvar útferð. Vit koyrdu til Sezanne til handils, og vit fóru til Villeverde, Epernay og Montmort Lucy. Allastaðni eru smáar bygdir, og ofta ein kirkja. Landið er slætt, lágt heyggjalendi við vínøkrum allastaðni.
 Kirkjan í Villeverde er meiri eyðmjúk og fátækslig enn katedralarnir. Men hon hevur kálkmálningar, so hon er kanska avgomul.

Vertsparið. Farvæl og takk fyri blíðskapin og væl tilrættislagdan túr.




Apr 1, 2019

Sjónleikaraskeið jan-mars 2019



Kvøldskúlin og Sjónleikarfelagið í Havn hava á fyrsta sinni boðið sjónleikaraskeið út til tey eldru, tey vaksnu ella tey gomlu, hvat ein nú vil kalla okkum. Vit vóru 9 fólk í mínum bólki, í leikinum vóru eisini fólk úr +45 bólkinum og nøkur børn.

Sóleyð Danielsen var lærari og leikstjóri. Og hon dugir alt, hon hevur eitt so fínt eyga fyri logistikki, casting og sjálvandi øllum tí sjónleikarliga, hugsi mær, at hon hevur havt ikki so lítið heimaarbeiði hesa tíðina! Hon ornaði rekvisittir og ljóðfílar og hevði í øllum, hon gjørdi, fakligan førleika og ungdómsligan myndugleika. Takk Sóleyð.


Skeiðið vardi 12 vikur, frá januar til mars 2019. Fyrstu fundirnir vóru í Sjónleikarhúsinum, og síðani vandu vit á Sanatorium í Hoydølum. Vit vandu tveir seinnapartar um vikuna og ímóti endanum vandu vit um kvøldið.
Bygningurin, størsta hús úr viði í Føroyum, spældi høvuðsleiklutin. Fólk, sum komu at hyggja, vóru nú á Sanatorium, (onkur áskoðari føldi seg, sum var hann á kostfeildini), trappurnar eru tær somu, rúmini eru tey somu, høgt til loftið og sera ljóst inni.
frá vinstru aftast: 1. Karsten Olsen, Mikkjal á Ryggi, mammudrongurin Jákup, Jørgen Frantz Jacobsen,
2.Anna Olsen kona Karsten. Birita. Marita, gentan hjá Jákupi. 3. Bedda, vaskikona. Mamma Jákup, í hatti. Fina frúa Ann Charlotte. Pirkan.4. Klemman. Per, sonur Karsten og Annu. Rasmus, sjúklingur. Marjun, dóttir Biritu. Lea, sjúklingur. Dr. Magnussen

Tann fyrsta sýningin var serstøk, tí at so mong av áskoðarunum høvdu tilknýti til húsið ella tíðina. Tað var sera gott at hoyra, at tey høvdu fingið nógv burturúr. Onkur segði, at eg líktist akkurát Klemmuni (sum var sjúkrasystir á Sanatorium), nógv søgdu, at Hilmar líktist akkurát dr. Magnussen.

So nógvar lagnur blivu avgjørdar har í Hoydølum. Vit hava lisið um tað hjá Karsten Hoydal, SVF hevur gjørst dokumentarsending um tað, og nú er ein leikur eisini spældur um tuberklatíðina. Heil hús doyðu av tuberklum, foreldur doyðu frá smáum børnum. Menn sluppu ikki til skips og mistu sína inntøku. Og í øllum hesum var eisini ein mótstøðurørsla, sum nørdist av eini vanlukku í Týsklandi, har fólk doyðu. Týðiligur paralellur til anti-vaccinatións tosið í dag viðvíkjandi MFR koppseting.

Sjónleikur er eitt ítriv, sum øll kunna vera við í, tað er ein edil list, sum gevur møguleika at granska menniskju og hendingar innanífrá. Sera spennandi skeið og lívsjáttandi 12 vikur. Tá ið sýningarnar vóru av sunnudagin, vóru øll við til at rudda, og Sanatoriið sá betur úr, nú ið vit fóru, enn tá ið vit komu, fóru vit oman í Sjónleikarhúsið at eta døgurða. Ein hugnalig stund við góðum fólki.









Mar 29, 2019

Føroyskt sum annaðmál. Ella: Meðan vit bíða 2


2015


Átta ferðir havi eg staðið á samkomu hjá Kvøldskúlanum og róst næmingunum. Átta ferðir havi eg sagt, at nú verður arbeitt við at skipa undirvísingina, soleiðis at tilfar, lærarakreftir og støðismetingar vera á evropiskum støði. Skjótt verður "føroyskt sum annaðmál" eitt virðiligt og virt fak sum onnur fak, við skikkaðum lærarum og góðkendum royndum á ymsum stigi osfr. Skjótt. Skjótt. Samband hevur verið alla tíðina við MMR, men eg vil ikki kalla tað eitt tætt samband ella eitt effektivt samband. Tað er ikki langt av Hoyvíksveg í JH Schrøtersgøtu - fysiskt. Men stundum hevur tað virkað, sum skuldi Kvøldskúlin ligið á mánanum.

Vár 2018
Á Námi seta tey fólk, oftast lærarar, at gera lærubøkur, t.d. fulltíðarstarv at gera lærubók í landafrøði ella stjørnufrøði. Men føroyskt sum annaðmál hevur ikki slíkt fulltíðarstarv. Gamaní onkur situr og blaðar í eini danskari ella norskari bók ætlað tilflytarum í teimum londunum. Men danskt og norskt eru púra ólik føroyskum, tá ið tað snýr seg um mállæru, so tað er valla vegurin at fara, um vit vilja gera eina góða lærubók, hóast temu og myndatilfar kanska kundu verið góður íblástur.  Kanska vit skuldu skeitt at Týsklandi? Týskt og føroyskt eru lík mállæruliga.  Har eru milliónir av tilflytarum úr øllum heiminum, har er CEFR skúlar á øllum stigum. Ivaleyst hava tey væl skipaðar lærubøkur við hóskandi mállæru til hvørt stig.
vár 2017
Raðfesting er sjálvandi lykilsorðið. ALT er raðfesting, skúlin er raðfesting, LÍVIÐ sjálvt er raðfesting.
heyst 2018
28.03.2019
Nú í gjár var aftur ein hátíðardagur á Kvøldskúlanum. Ein deilg løta á Reinsarínum, deiligt at síggja tey glaðu ungfólkini, deiligt at fáa gávu og rós. Tað besta við degnum var, at landsstýriskvinnan Hanna Jensen segði, at nú eru tey farin at endurskoða námsætlan, og nú verður framhald av framhaldsskeiði, og nú fara tey at implentera CEFR. Og - hoyrdi eg í útvarpinum - nú fara tey at gera vaksnamannaskúla (svarar kanska til VUC í DK, sum hevur hesa undirvísing um hendi).  Takk (fyribils) Hanna, og Takk Kvøldskúlin, sum hevur taðað og slóðað fyri í mong ár.

Hanna Jensen

tey syngja

Páll fangi, leikbrot
 
An fær sína váttan frá stjóranum Jógvani Sørin
Angelina talar
Alina, lærari

Juliana talar


Mar 16, 2019

Námsferð í Sandoy 15. mars 2019





Vit eru so heppin at hava ein bussførara í flokkinum, Darek. Vit fóru av Gomlurætt um morgunin. Øll vóru har, øll tólv og Aurora lítla.


Fyrsta stopp var hjá Yuni í Skopun á Ognarvegi, eitt so vakurt hús og ein flott buffet. Tað var ótrúliga lekkurt og flott at verða boðin til so gott borð. Yuni er bóndakona og hevði gjørt alt sjálv, har var bæði føroyskt og asiatiskt.



Síðani vóru vit á Føroya grótvirki, Sands kirkju, túninum hjá Húsfrúnni og Putlhúsi í Dali. Okkara seinasta stopp var Skálavík, har Ligea vísti okkum kinesiskar lodnar hønur. Ein so frálíkur túrur.
stórur klettur verður sagaður við diamanti

vørur úr gróti

Yuni gevur seyðinum

Í Putlhúsi í Dali


lodnir kinesarar í Skálavík




Tá ið vit vóru aftur á Skopunar kei, komu skopuningarnir Yuni og An við kaffi og kaku, so fingu vit okkum har í sólini. So verður tað ikki betri.

Mar 11, 2019

KVINNUKVØLD 2019

Lisa keypti okkum bilettir til kvinnukvøld í Eydnuni á Oyrarbakka. Nú er hon næstan á heimavølli har norði, tí at hon er í løtuni í starvsvenjing í skúlanum við Streymin.



Skráin var fjølbroytt, framløgur og skemt, mótasýning og matur, og so sungu Allan og Edith.



Fyrst á skránni var Harriet Olafsdóttir, sum greiddi frá sínum virksemi. Ein sera virkin ung kvinna, má ein siga. Nógv jørn í eldinum og nógvar ætlanir. Stuttligt at farið til Æðuvíkar til heimablídni.

Beinta Løwe segði eitt sindur um kvinnur í politikki, men tað var sera lítið, bara nøkur fá árstøl og so onkrar skemtiligar anekdotur.



Maturin var sera góður og leskiligur, ein borðiskur í part og drekkivørur. Hetta er 14. ferð Sunda Róðrarfelag hevur kvinnukvøld, so tey hava royndirnar og góðar stuðlar.



Tað stuttligasta var Oldurin og Katrin Kalsberg, also also tey eru herlig.
Takk fyri eitt stuttligt kvøld, deiligt at fara úr Havnini onkuntíð og síggja, at tað er fólk og lív aðrastaðni enn í Havn.

Feb 28, 2019

V.U.Hammershaimb fyllir 200

Alt okkara lív hava vit hoyrt um VUH, faðirin at skriftmálinum, og um øll onnur árstøl verða gloymd, stendur 1846 rist í grót. Tað var tá, føroyskt skriftmál varð til. Sjálvandi hendi hetta ikki upp á eina nátt. Men vit vórðu lærd, at hetta var í 1846.

VUH fylti 25. mars , og dagurin hevur í nøkur ár verið havdur sum móðurmálsdagur. Vit fara at hátíðarhalda 200 ára dagin hjá hesum merkismanni við einari kvøldsetu á reinsarínum klokkan 19 hetta kvøld.

Skráin er ikki long, men góð. Vit hava fingið nøkur av okkara bestu mentafólkum at vera við.


Vælkomin
Felagssangur
Føðingardagsrøða (Óluva Klettskarð)
Tónleikur v. Svabonius
Yrkingaupplestur (Elin á Rógvu og Páll Danielsen)
Dramatiskt portrett av VUH (Hans Tórgarð)
Tónleikur við Svabonius
At stava er lættari
than to spell          (Birgit Remmel)
Yrkingaupplestur   (Elin á Rógvu og Páll Danielsen)
Felagssangur 

Takk

Tað eru Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetrinum og Málráðið, sum skipa fyri
Sí eisini www.setur.fo

Feb 3, 2019

MÁF veitsla

Havi verið í veitslu í Sjónleikarhúsinum, og til virðislønaravhendan. Suðuroyingar fingu virðisløn fyri besta pall og búnar, og tey fingu eisini fyri ársins prik. Gøtufólk fingu fyri Heddu Gabler, høvuðsleiklut og kvinnuligan hjáleiklut. Jørundur Hundadagakongur fekk eisini tvær virðislønir. Sera festligt.


Undirhaldið undir borðhaldinum var sjálvandi sjónleikur, smáir leikir frá Dramaverkstaðnum, Klaksvík, Gøtu og Suðuroy.
Totalt genialt sjóð frá Dramaverkstaðnum, smáir menn dansa, andlitið er í hvørjum føri búkurin á leikaranum, høvd og armar eru uppi í hattinum. So ótrúliga stuttligt.
Sangheftið var sjáldsamt í føroyskum høpi, men tað hoyrdist, at tað var akkurát tað rætta til tað yngra veitslufólkið. Tað var stuttligt at hoyra teirra glaðu røddir. Tað var bara so kalt í Sjónleikarhúsinum, okkurt við oljufýringini. Anna segði, at hon fekk ongantíð ordiliga hita í seg. Vit sita í frakka og húgvu til borðs.

Anna og Tórur og eg, ordiliga við upp á tað. :)