Apr 16, 2019

Gamlir pílagrímar - kirkjur og list.

Turið, Bergljót og Inga Rósa í høvuðsjarnbreytarstøðini í Antwerpen 8.apríl 2019

Nello og Patrasche (Batist Vermeulen), drongurin og hundurin liggja og sova undir steinsetingini framman fyri dómkirkjuni í Antwerpen.

Vit keyptu ferðaseðlarnar í august, so vit hava havt góða tíð at gleða okkum at vitja Fridu Sofíu og familjuna. Vit høvdu vónað, at várið fór at vera komið í Champagne, men har var ísakalt. Men hiti var innanveggja og manna millum. Frida S. var guide og bilstjóri, og Michel kyndi í peisini um kvøldið.
Fyrsta stopp var í Antwerpen í íbúð á Turnhoutsebaan í Borgerhout. Sera áhugavert - ein býarpartur við fult av marokkanarum.

Ein serhandil við knøppum í milliónatali, broderíum, tógvi og nógvum øðrum, sær gamaldagsur út.
Vit tóku sporvogn inni í býnum. Sum gamlir pílagrímar høvdu vit fragd av at vitja Jákupskirkjuna, har er forrestin Rubens grivin. Vit fingu eitt sindur av tí gamla adrenalininum, tá ið vit sóu jákupsskel og tilsiping til Jákupsvegin.

Kanska í so langt at ganga hjá hálvgomlum konum


Sjálvandi vóru vit í dómkirkjuni í Antwerpen eisini, har var júst nú ein stór listaframsýning, m.a. við Rubens málningum. Men tað sum hugtók okkum mest var listarverkið DIASPORALIA , ein listarlig áminning um dagsins flóttar og tilflytarar. Nógvar madrassur við lutum á , ein lega fryst í tíð, eingi fólk, men lutirnir tey áttu - ein taska, ein vasi ein bamsa, ein telefon osfr. sera hugvekjandi

Koen Theys Diasporalia 2018, málað bronsa.







Alma Mater hjá FS, universitetið í Antwerpen.

Vit nutu góðan blíðskap í Reet í Antwerpen, áðrenn vit fóru til Oyes í Champagne. Frida S. vísti okkum dómkirkjuna í Reims á vegnum.

Gotiski katedralurin í Reims

bodnar til døgurða í Reet, Emil vísir blíðskap

Nú vóru vit komnar til Oyes í Champagne, til paradísið hjá FS og familjuni. Sólin skein, men tað var ísandi kalt. Tey hava altíð okkurt at gera í tí stóra garðinum.Vit vóru í Oyes í 4 dagar.
Tvær ferðir fóru vit sjálvar útferð. Vit koyrdu til Sezanne til handils, og vit fóru til Villeverde, Epernay og Montmort Lucy. Allastaðni eru smáar bygdir, og ofta ein kirkja. Landið er slætt, lágt heyggjalendi við vínøkrum allastaðni.
 Kirkjan í Villeverde er meiri eyðmjúk og fátækslig enn katedralarnir. Men hon hevur kálkmálningar, so hon er kanska avgomul.

Vertsparið. Farvæl og takk fyri blíðskapin og væl tilrættislagdan túr.




No comments:

Post a Comment