Feb 19, 2012

Framleiðslan av fløguútgávum…

Royn at lesa yvirskriftina aftur. Er hatta ikki ótrúliga knortlut og óvakurt?Útvarpið tosaði í dag um ársins heyst av fløgum í fjør. Eitt er , at teir aldrin næstan siga fløga, men altíð ‘útgáva’, men í kvøld vóru also bæði  orðini sligin saman í eitt, so undarliga langt frá talaðum máli. Ikki er tað týtt, tí hetta var jú ein tíðindastubbi úr Føroyum, nei bíða nú, tað var hatta felagið, sum býtir avlop út til tónleikarar, eitur tað KODA, sum hevði gjørt hagtøl. Tilsaman 50000 føroyskar fløgur komu í handlarnar í fjør.

Tveir rættiliga virknir fjasibókarhøvundar høvdu í dag orðum saman um mál. Jóannes Dalsgaard, skyldmaðurin, segði, at fólk tora ikki at skriva, tí tey verða altíð rættað, og tað skal vera so ringt fyri fólkaræði. Bergur Rasmussen helt, at tey sum skriva, mega hava so mikið álit á innihaldinum, at tey vænta, at tað ber. Og at skriva so illa, at boðskapurin neyvan skilst, tað gevur jú einki samskifti. Bergur bar eisini skribentar saman við tónleikarar, sum jú læra seg at spæla eitt ljóðføri, áðrenn teir fara at spæla. Eg helt, tað var nokso væl sagt hjá Bergi. Jóannes segði, at stavifreakar skula fáa sær sítt egna forum, men tað hava vit longu: Føroysk stavseting ella okkurt tílíkt, á fjasibókini.

Men nú er framleiðslan av hesum stutta bloggi av BavS liðug Smiley, der blinker, nei nú eri eg liðug at skriva.

Feb 17, 2012

Kátt okkar’ lív í Eiriksgøtu

Nú er næstan alt komið upp á pláss, fyri so vítt, sum tað kann fáast upp á pláss á teimum fermetrum , sum eru tøkir. Børnini hava hvør sítt kamar og foreldrini eitt, restin av loftinum er goymsla.

Magna hevur longu pakkað gávuna frá Biu mostur upp, hon fyllir ikki fyrr enn í mars, men sum hon er elskulig í húgvuni. Sunnudagin ætlar Turið at Herbert og Magna skula vera vertir við tunnuball, so tey bæði hava royndarkoyrt krúnurnar.

IMG_2088

IMG_2092

IMG_2097

IMG_2102

IMG_2108

IMG_2111

Feb 15, 2012

Sigrid Undset: Jenny (1911)

Jenny er næstan 30 ár og jomfrú. Hon er listamálari og heldur til í Rom, hon býr saman við Francescu, sum eisini málar. Francesca hevur fleiri tilbiðjarar, og hon letur teir kyssa seg, men tá ið teir vilja meir, sigur hon stopp. Jenny er so skilagóð, dugir væl at lurta og hugsar seg altíð væl um. Bókin er um tann trupla seksualitetin, um seksualmoral, um øðrvísi reglur fyri menn og kvinnur. Um dreymin um tann einasta eina, sum aldrin kann gerast veruleiki, tí hann er júst tað – ein dreymur. Nakað av kjakinum bleiv um, um Jenny og Franceska eru lesbiskar, kanska – tað kundi Sigrid Undset sjálvandi ikki skriva beinleiðis. Eg visti annars ikki, at Selma Lagerløf var lesbisk, tað helt loyniligt alt sítt lív. Ella er Jenny lesbisk og veit tað ikki sjálv? So fær skaldsøgan eina heilt aðra vend, likasum. Bókin er sera ólík Kristin Lavransdatter, sera modernað og samtíðin helt, at hon var heilt ómoralsk. Men Jenny er ikki ein sterkur persónur, hion hevur nógvan mótgang og tekur lívið av sær. Hvussu sameina erotikk, skyldur og list? Menninir eru óbúnir og bangnir fyri Jenny, sum virkar so sjálvsikkur. Uttan tann tilkomni hr. Gram, sum nertir við onkrar streingir í Jenny. Men tað sambandið kann heldur ikki vara. Vit hildu, at tað er vert at lesa okkurt annað hjá Sigrid Undset og kanska onkrar aðrar norskar eisini.
images2images
019
021
024

Mínir klubbar 2

Á mínir klubbar, dagføringarkvøld. Ráðlegging – fyrireiking. Eg elski mínar klubbar.

2012.02.11 030

2012.02.11 032

2012.02.11 034

2012.02.11 018

2012.02.11 023

2012.02.11 028

2012.02.11 035

Feb 14, 2012

St Kilda

Nú eru skjótt eitt og eitt hálvt ár, síðani eg var á ráðstevnu á Ytru Hebridunum um St. Kilda oyggjarnar. Tad (nú er eddid horvid) var ein áhugaverd rád stevna, sum savnadï oyggjaelskarar úr fleiri londum. Teimum dámar at hava tann føroyska vinkulin vid. So eg var bodin vid at siga nakad um føroyskar bokmentir, og tey høvdu áhuga fyri, um føroyingar sjálvir hava skrivad um Føroyat fá gamlari tíd. Tí fólkid á St. Kilda skrivadi sera lítid sjálvt, men tad eru skrivadar upp í leypar av bókum um St. Kildabúgvar. Taf stuttligasta vr túrurin út í oynna Hirta. Har býr eingin nú, bert tey sum ansa eftir og granska.  Nú er rádstevnuritid komid m.a. vid fyrlestrinum hjá mær. Eg legdi fyri vid at greida frá Dunganon, og eg hevdi avmyndad eitt av greivaptóvskjølunum, sum hann hevur latid. Tad var ein ógloymandi ferd. Í summar ætla vertsfólkid hjá mær á Benbecula at koma hendaveg, tey hava ofta verid fyrr í Føroyum , skilji eg.

2012.02.11 001

2012.02.11 002

 

Eg seti nkarar myndir sum eg tók á ST. Kildu eisini.

 

Bygdin er ein rød av húsum, eitt av teimum er museum nú.Hebridurnar 207

Hebridurnar 247

Hebridurnar 256

Hebridurnar 270

Feb 12, 2012

PAKKAÐ VIKUSKIFTI

Fyrst var at fara í útvarpið at biðja fólk læna studentaskúlanum myndir, so fór eg suður at reiða upp í Putlhúsi, tí at har skuldu koma veitslugestir til Turiðsa stóra dag. So fór eg at arbeiða við stílum og pensumuppgevingum og Parísskrá og so var tíð at fara í ball, og í morgun norður aftur at fylgja Kartna til gravar. Nógv fólk var í kirkjuni og á Hafnia aftaná. Tú sær øll hesi gomlu havnarfólkini , sum koma at fylgja sínum gamla vini ella felaga til gravar. Nógv eru sera gomul, so at prestur veit, at stórur partur av samkomuni verða viðskiftafólk hansara um stutta tíð. Prestur Uni Næs helt eina góða talu, dugdi at flætta sálmarnar og bíbliuorðið saman við manninum. Hann las um mansins - menniskjans - aldur sum er 70 ár, og 80 um ein er ein sersterkur kappi. Kartni var 98, og nú er Dagmar vorðin einkja 100 ára gomul. Tað var vakurt at síggja barnabørnini og langabbabørnini í dag. Andreas og Mads Ellindur stóðu og grundaðu og tonktu, meðan teir hugdu niður í grøvina og fylgdu við, meðan prestur kastaði jørð á. Á Hafnia skonktu tey genevur, Kartni hevði sjálvur ornað tað, tað stóð klárt í einum kassa við áskriftini ERVI. Ordan í tingunum. Tíverri blivu ikki stundir at fara at heilsa upp á Anton sum skuldi fáa gávugóðs í dag. Hann er gamal næmingur hjá mær, og eg ynski honum hjartaliga tillukku! Og í morginári er tað so innflyting í Eiriksgøtu.

Feb 8, 2012

A court hearing

 

Í dag havi eg havt besta tíma ársins. Ein fyrsti flokkur hevur lisið Animal Farm hjá George Orwell. Vit hava tosað um innihaldið, um persónarnar, eitt sindur um stalinismu. Vit hava havt sokallað kreativt bólkaarbeiði, onkur gjørdi ein lítlan leik, onkur ein sang og pressubólkurin skrivaði eina grein um kollveltingina á garðinum. Vit endaðu í dag við einum rættarfundi. Tey fyrireikaðu hann mánadagin, sjálvsagt alt á enskum.

Høvuðsbrotsmaðurin er gølturin Napoleon, og hann var tann fyrsti á ákærubeinkinum, og hann var sera sannførandi. Hansara hjálparar Squealer og hundarnir blivu eisini spurdir. Vit høvdu tvey sakføraratoymi, og eina rúgvu av vitnum. Ryssan Clover, seyðirnir, hønurnar og eslið Benjamin vóru virni hjá ákæranum. Sum fundurin leið vísti tað seg, at verjutoymið var hárhvast í sínum spurningum, men ákæruvaldið ikki nóg væl fekk fram í ljósið tey hópdráp, sum eru farin fram á garðinum, og at Napoleon sostatt er ein hópdrápsgrísur. Og Squealer og Mr. Whimper vóru mega stuðlar hjá Napoleon. Ein glotti var,, at hundarnir greiddu frá, at drápini veruliga fóru fram. Judge Bergljót tók samanum og mátti lata hópdrápsgrísin leysan. Av tí at fotoforboð er í rættarsalinum hevði pressan ein teknara við, sum so teknaði scenariið, myndin sæst niðanfyri.

Tey eru 24 næmingar, so vit høvdu ein langan rollulista. 11x er ein fínur flokkur, við uppá alt og ger sítt arbeiði, so tey eru undantak frá hinum ónøgda skúlablogginum hin dagin .

jól1