Mar 20, 2011

Deiligt í Sílagøtu

Jórunn hevði ein rætt við svínalundum og rís afturvið, eisini var rákostsalat afturvið. Omaná var Marysa special: rís og abrikos við róma. Afturvið var kilskt (=chilenskt) vín.

hjá jórunn 021 hjá jórunn 006 hjá jórunn 010 hjá jórunn 011 hjá jórunn 014 hjá jórunn 015 hjá jórunn 017

Mar 19, 2011

R.I.P.

images3

RIP

Nógv orð og orðafelli standa undir børu, og nógv eru longu farin undir grønu torvu. Eg harmist, men góðtaki tað sum tá ið vit góðtaka annað lívlát.

1. at fara í ella lata seg í t.d. ”eg haldi, eg fari í frakka”, ”lat teg í troyggju, tað er kalt úti”

2. at fara úr ella lata seg úr t.d. ”hon fór úr skónum í gongini”, ”hon læt seg úr hvørjum tráð og leyp á bláman”

Hvørja ferð eg flúgvi við Atlantic, fái eg ein lítlan skelk, tá ið tey siga: ”tak fyrst egna masku uppá, áðrenn tú hjálpir øðrum”, somuleiðis er við bjargingarvestinum.

3. at krógva (seg) sum er horvið, alt er nú at goyma, spell, at okkara fjølbroytta orðatilfar verður javnað við danskt, sum brúkar gemme fyri krógva og goyma. At krógv er tað sama sum at fjala, tú leggur okkurt burtur, so at eingin annara skal finna tað. At goyma er bara at leggja til viks, til tú skal brúka tað aftur.

4. síður- sítt , lýsingar orð, sum verður brúkt um tað sum hongur langt niður (onkuntíð uppeftir), sítt hár, síðar brøkur, sítt skjúrt, sítt gras, ”síðar aldur, stríður streymur um Føroya land”. Nú siga tey bara langur- langt, aftur eitt orð, sum má lúta, kanska tí at á donskum eitur onki so, har er alt langt.

 

Tá havi eg ikki nevnt tey orðini, sum eru “degraderað” til bara at merkja tað gamla føroyska og ikki eru komin við inn í nútíðina t.d.: súpan, skjúrt, sópa

Mar 17, 2011

Grýlurnar í ár

IMG_0377  IMG_0386

IMG_0463

Tann elsti Dalton beiggin, ein riddari og Reyðhetta og so eiturkoppurin úr Herlev:)198210_10150204222519896_649239895_9134993_6125074_n

Mar 16, 2011

Bókastev í Eiriksgøtu

Vit hava lisið Hamlet eftir Shakespeare í Heðin Brúsa týðing. Bergljót M. hevði kortini valt eina danska útgávu, sum hon helt var lættari at lesa enn tann føroyska. Prátað varð um, um týðingin er tung og kanska eitt sindur gamaldags. Tær flestu hildu ikki at hetta var eitt lívsins upplivilsi, uttan Bergljót M., hon helt , at leikurin gjørdist sera spennandi, sum út leið. Vit saknaðu Marjuna, sum vandaði veður.

bókastev 004 bókastev 008 bókastev 003

Mar 15, 2011

Fat kid rules the world eftir K.L.Going (2003)


Høvuðspersónurin vigar 269 pund og hevur eitt sorgarlív, gongur í sjálvmorðstankum, hóast hann hevur ein góðan pápa, sum hevur roynt at brúka alt, líka frá klænkikurum til fitnesscentur og meditatión, til at hjálpa dreinginum. Hann hevur eisini ein yngri beiggja, sum er væl fyri kropsliga, dyrkar ítrótt og argar Troy...
Men so fær hann ein vin...Curt McCrae er víðagitin guitarspælari, also víðagitin og øvundaður í skúlanum W.T.Watson High. Men Curt er eisini rúsevnismisnýtari og heimleysur. Bókin er um teirra vinarlag, sera skinklandi og broytiligt. Men teir hjálpa hvørjum øðrum...Curt biður Big T (sum er fyrsta kelinavn hann nakrantíð hevur havt) vera trummuspælara hjá sær, Curt sær møguleikar, har hin sær forðingar. Troy biður pápa sín lata Curt búgva hjá teimum, tað er nú ikki bara sum at siga tað...
Hendingar fara fram í New York, málið er ungdómsmál, "street slang". Ólukkulig børn og ung, sum hava ein Hugsaðan vin, sum hjálpir í øllum førum, ein dreymavin, er rættiliga vanligt motiv. Curt er næstan ósjónligur, hvørvur viðhvørt í dagavís, men kemur altíð aftur í aftur. Ein gátuførur vinur.

Ship Breaker eftir Paolo Bacigalupi

New York 446

Ungdómsbók.

Bókin er ein dystopi, hendingarnar fara fram í eini framtíð, tá ið okkara lívsstílur er horvin, í hvussu er fyri ein stóran part. Hendingarnar eru í USA, býurin Orleans er ein sokkin býum, og Orleans II er eisini sokkin, og nú er Orleans III bygdur. Á havsins botni standa hús og skýskavarar og tornini peiggja til stóran ampa fyri skipaferðslu. Vit fáa ikki at vita, hvat ið hendi, men tsunami er heilt vist ein partur av tí vanlukkuni.

Høvuðspersónarnir eru arbeiða sum ”scavengers”, tað er ránsfuglar ella ræfuglar, í hesum førinum fólk, sum livir av at finna brúkiligt tilfar í gomlum tangaskipum, kopar, stál og annað, ofta er so trongt at arbeiða innan í skrokkinum, at bara børn fáa verið í arbeiðssjakkinum. So selja tey tað til teir ríku, sum búgva onkra heilt aðrastaðni. Tey liva sera fátæksliga og allir hentleikar eru horvnir.

Høvuðspersónurin kemur í samband við eina gentu úr tí ríka partinum, hann bjargar henni, tey flýggja, tí at hon verður jagstrað av kappingarneytum hjá pápa hennara, sum vilja taka valdið í hansara vinnuliga imperium. Og tey flýggja eisini undan pápa hansara, sum er rúsevnisvrak viðongum fyriliti, harðligur, drápsmaður og hevur sera ljótan munn.  Spennandi. Endar væl.

Mar 13, 2011

Vikuskifti í Herlev 2

Diddan er ein rólig genta, svevur nógv, men hon er eisini fús at eta, tá ið hon onkuntíð vaknar. Sólrun og Lars og Símun komu ein tur í gjár, og Lisa vitjaði Herlev í dag. So eg sá tey  øll (ja ikki Berg).

vikuskifti í Herlev 136 vikuskifti í Herlev 003 vikuskifti í Herlev 006 vikuskifti í Herlev 026 vikuskifti í Herlev 027 vikuskifti í Herlev 045 vikuskifti í Herlev 083 vikuskifti í Herlev 112 vikuskifti í Herlev 113 vikuskifti í Herlev 119 vikuskifti í Herlev 122 vikuskifti í Herlev 127 vikuskifti í Herlev 128