Sep 17, 2015

Anne Lise fyllir runt

 

005

Mín góða vinkona Anne Lise fylti runt nú ein dagin. Hon og Mads vóru við øllum sínum í Spania og hildu sær á gleim nakrar dagar.

Eg havi kent Anne Lise síðani 1971. Anne Lise er ein klók, belisin eitt sindur filosofisk, eitt sindur alternativ dama. Hon hevur grønar fingrar, og dugir sera væl at gera mat. Hon er ein stuttlig vinkona, dugir væl at halda talu og er eitt lívstykki – ikki so sjálvhátíðarlig. Dugir so nógv, sum vit sum kenna hana fáa lut í, kanska spell, at hon hevur verið so lítið í almenna ljósinum við sínum klóku tankum og hugskotum.

Men tó so, hon hevur verið sjúkrasystir og í nógv ár á sjúkrasystraskúlanum, tað munnu vera mangar, sum hava gott at bera Annelisu. Sum allir góðir lærarar er Annelisa eitt sindur av einum sjónleikara, og so dansar hon tango, sum jú eisini er ein dansur sum krevur nakað av sjónleikaratalenti.

DSC01757

Annelisa er danskari í Føroyum, og tað er ein serlig støða. Hon tosar vanliga bara danskt, tað er ein partur av hennara samleika, sum hon er sinnað at verja og varðveita. Hennara danska er eisini so ríkt og litríkt – eisini illbønirnar, sum vit mangan hava undrast á. Jóan Pauli heldur, tær stava úr Herfølge, og hann hevur sjálvur verið og leitað har. Sjálv havi eg ofta funnist at, at fólk tosa danskt t.d. tá ið tey undirvísa í skúlum her á landi, men tað hevur verið vanligt – serliga fyrr, og Annelisa hevur verið í Føroyum í næstan 50 ár, henni varð vist ikki boðið skeið í føroyskum máli og føroyskari mentan.

PICT0672

Sum høvuðstalari og høvuðsdómari í árligari bowling kapping hevur Annelisa sett ógloymandi spor í føroyska ítróttarsøgu. Á myndini krýnir hon Ingun sálu, sum tað árið var bowling drotning.

DSC02338

Góða besta , hjartaliga tillukku, nú ið tú rundar enn eitt horn, tú ert elst í Gantesu, og vit hopa vit vera líka penar og raskar, tá ið vit runda hatta hornið.

1 comment: