Aug 30, 2011

Ein ektaður Samuelsen

Nei, í Føroyum ber ikki til at undirvísa journalistum. Í Danmark hava tey so nógvar serfrøðingar, og tað hava vit ikki, serfrøðingar bæði í eh donskum lógum og donskum etikki og danskari politiskari søgu og alheimspolitikki sæddum við donskum serfrøðingaeygum, so tað verður øgiliga torført hjá Fróðskaparsetrinum, huff huff. So skula vit bara hava útlendingar hendavegin at undirvísa. Nei, nei…tað ber ikki til. Suff, suff! Og fjølmiðlafrøði, tað er jú ikki journalistikkur, puff, puff. Eg havi sjálvur gingið á Journalisthøjskúla í Aarhus, nå.

Sjónvarp Føroya bar í kvøld tey tíðindi, at Helena D. á N. hevur sagt, at nú er stundin at fáa eitt undirvísingartilboð til fjølmiðlafólk í Føroyum. Søguvísindadeildin og Føroyamálsdeildin skula vera við. Eitt so frálíkt hugskot, hvørs líki hevur ikki verið at sæð leingi.

Aug 28, 2011

Góð minni

Hetta er eitt brot úr einum meyli, eg fekk í dag frá Fridu Sofíu. Taskan er seymað úr cowboybuksum og floyalsbuksum, Sólveig er so ótrúliga kreativ.

2011-08-16 08.28.31

Solveig var altid so fitt vid meg, eg veit ikki hvussu ofta hon var og svam vid mar, men nakrar ferdir var tad, ha... var ta tu ella hon sum fann uppa at eg skuldi kalla hana eyka mamma :) tad helt eg vera ordiliga cool :) 
Og taskan sar ut sum fyrsta dagin, Madeleine brukti hana nu hon var a svimjiskeid... hon heldur eisini at hon er ordiliga pen :)

Aug 27, 2011

ásettar fløskur

Tað er okkurt við ásettum fløskum, sum biður teg drekka seg. DREKK MEG siga tær, sum  í LISU í Leikalandi. Tí tær spillast, dovna og oyðileggjast av at bara standa. Hvat er so at gera, tá ið summargestir keypa tollfrítt kaffilikør, cointreux, ella cognac ella baileys ? Ja, tú mást sjálvandi drekka tað, ja ella stoyta tað í vaskið. Men tað er nú ov nógv fyri eller hur? Tú kanst eisini bera tær til fólk – kanska fleiri í tali, sum fegin vilja hava upp í munnin. Ja – tað virkar…: tær ásettu fløskurnar verða uppi Smiley 

 

Well, annars havi eg verið úti og gingið í fjøllunum í dag. Ein frálíkur túrur, onkur segði vit gingu 13 km. , onkur annar vildi vera við, at tað vóru 15, whatever… vit gingu av Tungulíðfjalli og suðuryvir. Til Velbastaðar. Men eg fekk nokso ilt í knæið móti endanum, kanska var hetta mín síðsta gonguferð á fjøllunum saman við starvsfeløgum? Tey eru so “fit” , renna maraton, og eg veit ikki hvat, tey eru eisini fitt,  eru klár at ringja til bóndan á Velbastað, um tú kemur ikki fram.  OK næstu ferð eri eg  kanska bara við til drukk aftaná – so taki eg nakrar ásettar fløskur við.

untitleduntitled2

Aug 26, 2011

Mín tummil

Mín tummil

Ein hugsar ikki um, hvussu týðandi amboð ein tummil er. Tú brúkar hann alla tíðina. Tá ið tú skrivar, tá ið tú smsar, tá ið tú skrúvar lok av , togar buksurnar upp og skrúvar krana frá. Ikki fyrr enn tú fært gikt í tummilin, ger hann vart við, at hann við til umlætting. Tað ber til at smsa við onkrum øðrum fingri – og forrestin so smsi eg sera lítið.

Hví spyrja fólk meg, um eg arbeiði enn? Fari eg at fá tann spurningin í heilum í 6 ár afturat ella 10 ár afturat? Nei, eg veit, tey meina tað ikki illa, og eg eri kanska tykkin. Og sjálvandi akal tað vera pláss fyri yngri kreftum; stundum vilja politikarar hava fólk at fara, geva teimum gratiali fyri at stinga í sekkin, og stundum skal pensiónsaldurin hækkast, sum nú í DK. Men tá ið børnini og enntá ommubørnin hava ikki brúk fyri tær, tá fyllir arbeiðið líkasum nokso nógv í tínum lívi. Og ert tú so heppin at hava heilsuna og eitt arbeiði sum tú elskar, og sum tú fært gjørt við 9 fingrum, so er lívið væl livandi.

 

untitled2

Aug 24, 2011

Ráðstevnan liðug

Dagurin í dag var eisini góður. Størsta upplivilsi var at hoyra Carol Benson. Tað hoyrdist , at hon brennir fyri sínum faki, sum er, at promovera móðurmál víða um. Hon greiddi frá arbeiði við tvímæltum og fleirmæltum skúlum í Mozambique, Bolivia og aðrastaðni. Og hon livir tað, hon prædikar, hon dugir nógv mál og hevur lært seg mál í teimum londum ,har hon hevur arbeitt. Í nógvum londum ynskir landið einmæli, til at skapa eind millum øll fólk. Hetta virkar bara ikki so, tvørturímóti, tí tað er kúgandi og skapar illvilja. Bolivia og Baskaraland blivu nevnd sum væleydnað arbeiði við fleirmæli. Undirvísingin fer fram á fleiri málum, bæði móðurmáli og tí almenna málinum í landinum.

untitled

Seinnapartin var eg í skeivum sali, fyrilestrar vóru bæði í høllini og í skálanum. Tað var ein kiksari, at eg var í Skálanum, eg hevði ikki lisið skránna nóg væl. Malan Marnersdóttir hevði ein fyrilestur, men hann var um týðingar av William Heinesens bókum, og tað havi eg sjálv undirvíst í.

Í kvøld var døgurði á Hafnia, fyriskipararnir eiga rós uppiborið fyri alla ráðstevnuna. Tær høvdu biðið Riu Torgarð ført fram sína egnu útgávu av Føroyingasøgu...ótrúliga stuttligt. Og Frískúlin í Havn sang. Børnini sungu á føroyskum, donskum, enskum, hebraiskum og latíni. Og Eiri skipaði Herr Sinklar. Øll fóru uppí, og tað var fínt.

Aug 23, 2011

Fýra mál til øll - í Norðurlandahúsinum.

4mal 001Ráðstevnan byrjaði í gjárkvøldið við samkomu í listaskálnaum, har gestirnir fingu stuttan fyrilestur um føroyska list og ein rættiliga góðan um føroyskt mál. Malan M. Dugdi væl at fáa tað mesta við í slíkum stuttum innleggi, og hon dugir væl enskt.

Í morgun var stevnan sett í Norðurlandahúsinum. Tann fyrsti fyrilesturin var um danskan málpolitikk. Sitandi stjórn fekk koyrilin at smakka fyri sín miseydnaða liberala politikk t.d. frítt skúlaval, sum bert er frítt fyri nøkur og fyri at gloyma móðurmálsins týdning hjá teimum, sum hava annað móðurmál enn danskt. Fyrilesarin arbeiðir á CIP – Center for internationalisering (ella var tað integrering?) og parallelsproglighed. Eitt løgið hugtak, vit hava tvímæli, trímæli, fleirmæli og so paralellmæli. Ja, tú tosar, lesur og hugsar á fleiri málum, sum hava sama status í senn. Sera áhugaverdur fyrilestur. Var á donskum.

Næsti fyrilesturin var norskur og var um áskoðanir hjá norðmonnum á dialektir. Norðmenn eru sera tolerantir viðvíkjandi dialektum eitt nú í útvarpi og sjónvarpi, men spurdir um, tað var í fína lagi at hava fleiri varandi minoritetsmál í Noreg, var tollyndi munandi minni. Tollyndið var also fyrst og fremst mótvegis norskum dialektum.

Síðani fortaldi Karen Margrethe Petersen um, hvussu summi lond í Evropa hava gjørt fleirmæltar skúlar á markinum millum tvey lond. Børnini læra sítt egna mál og málið í grannalandinum, og hetta er ikki bert í máltímum, men integrerað í øll fak, eisiniverður lagdur dentur á at læra børn søgu og firtíð hjá londunum, sum jú hava verið grannar, langt áðrenn hesi mørk komu, sum nú eru. Sera áhugavert, sjálvt ein gamal dinosaurur sum eg hugsaði, hvussu við at hava fast ein danskara og eingilskmann í einum barnagarði, so at børnini læra trý mál beinanvegin?

Eg hevði sagt ósatt, um eg segði, at eg var ikki rættiliga spent til fyrilesturin hjá Rolf Guttesen. Mundi hann koma við nøkrum nýggjum, onkum geografivísindaligum hugleiðingum. Vit sum fylgja bara eitt sindur við, vita jú, at hann er úti eftir puristum, íslendingum, skúlabókagrunninum osfr. Fyrilesturin æt Fremmandamál og fakmál ella fremmandagjørt fakmál, so eg visti, at evnið var, í hvussu er tað sama. Og himmel og hav, alt tað sama, sum hann hevur sagt 1000 ferð í bløðunum, nú sett upp í PP. Tað var heilt løgið. Nú hevði Rolf endiliga eitt stórt publikum, sum sat pinnastilt og lurtaði. Tónin var aggresivur og speirekandi, m.a. legði hann út við at nevna eina íslendska studinu (kanska hon er fiktiv), sum ikki visti hvat asymtoda var...halloo. Hann hevði allar sínar vanligu yndishestar við. Tey á skúlabókagrunninum høvdu fyrireikað seg, og Birgir Kruse las eitt svar upp, sum eisini var rættiliga bersøgið, tað var á enskum. Ein íslendsk svaraði, og Uni Arge svaraði honum eisini aftur. OK eitt sindur av undirhaldi fyri okkum, sum vita, hvat gongur fyri seg. Eg nevni ikki alt, sum var á skránni. Gleði meg til í morgin.

Aug 20, 2011

Tillukku Elma og Jan

Havi kent Elmu, síðani tíðina á Sólbakkanum í sjeytiárunum. Elma búði á 5. hædd við síni familju og eg búði á 6. hædd í somu uppgongd. Vit sóust dagliga, arbeiddu báðar á Carlsberg, tó nokk ikki samstundis. Børnini – tá vóru tað Katrin og Dóra -  spældu saman. Eina ferð fóru eg og Elma til Mallorca, bara vit báðar, ótrúligt at hugsa um nú, páparnir skuldu so hava børnini ta vikuna. Tað var ein fínur túrur, so vítt eg minnist.

Nú hevur Elma funnið sær lívsfelaga av nýggjum. Vígslan var í Ebenezer í dag, sangkórið sang so vakurt, og Elma og Jan vóru so pen og glað.

elma 001

Aug 19, 2011

Fyrsta vikan farin

Nú er skúlaárið eina viku gamalt. Vikan gekk væl, hugvísindadagurinhjá 1.flokkunum gekk fínt. Vit vóru í Norðurlandahúsinum, og enn eina ferð prógvaði húsið, at tað er eitt fantastiskt hús. Veðrið var eisini gott, so vit fingu brúkt útirúmið eisini. Seinnapartin var eg til framsýningina hjá Bárði Oskarssyni, hasi dýrini/børnini ella menniskjuni ella hvat hatta er, eru nokso fitt, eg keypti mær ein eingil við svørtum veingum, sum slær nevvan í borðið. Stuttligt. Eigi einki myndatól, ikki stuttligt. Bloggur mín er fyrst og fremst ein myndabloggur og við ongum myndatóli er hann heilt kiksaður og klikkaður. Myndirnar eru av netinum.

eingilimagesuntitled

Aug 13, 2011

Summarferian styttist

Í dag fóru Turið og børnini. Í gjár/fyrradagin vóru vit í Dali.

042

075

080

081

088

100

110

117

131

132

Aug 6, 2011

Summarfrí

Henda summarferian hevur verið nokso aktiv. Tað er mest Frida Sofía, sum leggur ætlanir um at ferðast. Nú ið Michel er her eina viku, vil hon eisini fegin, at hann upplivir nakað av Føroyum. Vit fóru til Mykinesar mikudagin og gistu eina nátt. Veðrið var gott, og tey vóru úti í hólminum. Turið fór eisini við, men tað var hart fyri beinið, so hon vendi við, tá ið hon hvði sett fótin á hólmin. Eg var við hús við Magnu og Herbert. Tey vóru sum einglar at passa. Í gjár fór FS við familju til Gjáar í regninum. Í gjár vóru vit eisini í Skorti, tað er vorðin siðvenja, at omma fer í Skort við børnunum at keypa okkurt. Skortur er handilin hjá Biritu Krosssteig, har er ótrúliga nógv stuttligt at fáa. Louis er í tí makabra, hann samlar upp á óhugnalig høvd, Emil fekk ein stetson hat, Herbert var heilt avgjørdur , at hann vildi hava ein fíl, og Magna skuldi eisini hava ein fíl – hann hevur eina fílaperiodu. Madeleine fekk eina tiara, sum Turið vísir á myndini.  Nú styttist ferian, ein góð vika til skúlin byrjar aftur.

Mykines 007Mykines 011Mykines 012

Mykines 039

Mykines 048

Mykines 053

Mykines 075

Mykines 114

Mykines 134

Mykines 149

011013012

010

Aug 1, 2011

Tveir dagar í Dali

Trý børn og tvey vaksin tveir dagar í Putlhúsi. Har var sera lítið av fólki í Dali; vit sukklaðu, spældu í sandkassanum og reiggjaðu og sparkaðu á sparkivøllinum.

013024029031037039042046049