Aug 21, 2009

Siga Alaini og Eli Sigurð farvæl



Væl kryddað lambstjógv (rosmarin, hvítleyk + olju) í ovninum, grønmeti við ingifer, Cæsarsalat og gott vín og ikki at gloyma ís v/ frukt. Ein herligur døgurði, Alain var høvuðskokkur, hugsi eg. Alda og Pauli komu eisini inn á gólvið.


Aaron hevði fyrsta skúladag í gjár í frískúlanum á Velbastað. Aaron er eisini farin at sparka við HB smápiltum. Eli Sigurð skal byrja í studentaskúla mánadagin (high school), aja teir eru skjótt vaksnir. Alain og Eli Sigurð fara avstað seinnapartin.


1 comment:

  1. Stuttligt. Hvussu leingi skal Leyvoy verða heima? Hon riggar væl við hasum hárinum.

    ReplyDelete