Feb 22, 2011

City of cities Day 3





Dagurin byrjadi vid langari pilagrimsferd til Columbia University,har eg hevdi eini orindi. Eg for til gongu, eg hugsadi, hvussu ringt kann tad vera, tad er i bynum. Eg gekk fra 46di gotu til 116 gotu, tad eru gott 10 km, finur turur. So tok eg buss aftur hin vegin, ti Leyvoy var vantandi til NY. Eh sat i lobbyini ta id hion kom, so stuttligt at siggjast.
Og nu havi eg mina personligu guide og personal shopper eisini. Leyvoy hevur bud i New York og studerad a Columbia. So gekk leidin a MOMA, tad var eitt fantastiskt upplivilsi. Sum tey eiga nogv listaverk her, sjalvandi tey eiga tad mesta, sum fast fyri pengar. Allir teir storu Van Gogh, Chagall, Matisse og ja allir, men tad var stuttligt at siggja amerikanskar modernistar, so nogv odrvisi enn mann er vanur vid. Eitt flott museum, og eg fekk brukt passid fra Turid (Takk Turid), on the downside var at eg misti hugvuna burtur, bara soleidis medan eg gekk og gapadi og gloddi. Vit voru eisini i Central Park. Og Barnes og Noble, men har fari eg heilt sdikkurt aftur, tad var so hugnaligt. So foru vit at eta i China town. Super dagur. Leyvoy stendur vid eitt domi um amerikanska myrka modernismu....ok onkrar myndir eru nu settar a skeivan dag..

Feb 20, 2011

Big Apple day 1 and 2




JFK var langar bidirodir og ein kona sum ropti hjalp a vesi, ti hon hevdi havt eitt ohapp, tad luktadi mann langa leid. Eg for og ropti a dottur hennara sum bidadi eftir henni, neydar kona, hon var heilt olukkulig, vildi ikki lata upp...
Eg tok air train og subway til Manhattan og gekk ein tein eisini og dro kuffertid, tad var fint. Kamatid a Marriot East er fint.
I morgun for eg ut um 8 tidina at faa mar morgunmar fekk mar western omelette. Havi mist leidningin til myndatolid burtur, so i dag for eg at keypa ein, og eitt yvirtaladi meg at keypa ein kortlesara, sum eg fai ikki at rigga, so myndirnar tar bida bara enn.
Annars var eg i kitkju i morgun Eucharist, St Patric's Church og sjalvandi so sa eg Billy Elliot musicalin i dag...ikki so nogv finesse haldi eg...nu eru 5 dollarar uppi

Feb 19, 2011

Keflavíkar flogvöllur

Síggi, at tad eg royndi at flyta av telefonini í gjár er ikki komid fram. Nú er ferdin ordiliga byrjad. Svav val hjá Gudny í nátt, deiligt at síggja Kára, sjálvt um hann hevdi eitt sindur av gestanykkum. Í gjárkvöldid fekk eg laks til dogurda, og í dag vóru vit uttanfyri og spaldu.
Fór vid flogvallarbussi úr Rvík, Gudny fylgdi mar oman á BSÍ. Vedrid er fínt, nokso kalt, men sólin hevur sad ein part av degnum. Síggi at bloggurin er blivin verdinskendur í Föroyum, sí sosialin í dag. Havi lisid ein part av The Potato Peel Society, sum Inga Rósa gav mar )takk Inga Rósa=, hon er so fín, skemtilig og lött í lund. Tad er ikki fyrstu ferd Inga Rósa hevur víst mar, hvat eg skal lesa, hon hevur nösina. Tíverri dugi eg ikki at finna nakra usb inngongd her á telduni )mátti eisini hava hjálp at finna alfa), so myndirnar muga vída til seinni. Hoyrast!

Feb 18, 2011

Reykjavík day 1



Vit lendu akkurát til tíðina í sólskini í reykjavík. Men hatta komurúmið á flogvöllinum er skemt...also nei onki stuttligt, fólk sum sild í tunnu og kuffertini eisini . Men so fór eg tl gongu i ti deiliga vedrinum, norröna húsið hugsadi eg. Kaffimunn og lesa blödini nei nei tey hövdu bara dögurda ná eg fór so á háskúlatorgið, har var hugnaligt, hundrad studentar ella fleir sotu har. Ta id eg hevdi gingid nakad aftur tok eg ein bil a nesveg til gudny. Og so strætó í býin aftur. Men dollarar fekk eg ongar i landsbanka íslands, ti at eg hevdi ikki ferdaedilin hja mar

Feb 16, 2011

Bókastev í kvøld


Bókin var Renselse hjá Sofi Oksanen. Óunnilig bók á mangan hátt, kanska er tað soleiðis vit menniskju verða, tá ið vit verða viðfarin sum dýr. Vit brutaliserast, sum Aliida. Bókin er um persónar, Aliidu, systur hennara og svágin og systurdóttrina, men eisini um eitt land. Og persónar, konufólk og land verða hertikin og neyðtikin og yvirrend. Ein høvuðsmynd er flugurnar og maðkarnir, eiturkoppar og onnur skordýr. Fremst í bókini roynir Aliida at brúka flugusmekkaran, men tað er ikki so lætt at steðga flugufloyminum. Neyðars Estland, sum hevur ligið har til fótatraðk hjá russum og nasistum. Aliida er sterk, hon hevur ein sterkan vilja og eitt yvirlivilsisgen. Heitið á bókini kann nokk vera so mangt, kanska Aliida reinsar sína samvitsku og fær avlát fyri sítt lív, tá ið hon hjálpir Zaru. Kanska er seinasti eldurin tann endaliga reinsingin, útruddingin av eini familju og eini svárari konflikt í Aliidu og í Estlandi. Zara er tann nýggja tíðin, men hon fer nokk úr Estlandi, og hon hevur eina tungu byrðu við sær.

Feb 15, 2011

Nicolina Beder

Hon er 82 ár, fyllir 83 í apríl. Hvør skuldi trúð tí? Hon var í kvøldskúlanum og helt fyrilestur og vísti fram bæði tógv og liðug avrik, virkað úr ull og tógvi. Bæði broddi og samfingnum. Sumt so sterkt sum seglgarn . Seyðbond skuldu ikki vera úr svørtum, søgdu tey gomlu, um tú hevði bara svart, so noyddist tú í minsta lagi at hava nakað av hvítum í – tað hevði at gera við tey fornesku. So livandi og áhugað í evninum við sama lag eftir øll hesi ár.  Nógvar søgur frá túrum kring landið og í øðrum londum. Tað hvíta turriklæðið á myndini er ikki bundið men knýtt.

binda 003 binda 005 binda 006 binda 007 binda 010 binda 012 binda 014 binda 016 binda 018 binda 020Nicolina Beder

Feb 14, 2011

Føroysktlærarar – 1845…2011

Í gjárkvøldið kom boð um, at rektararnir skula taka støðu til, hvussu danskt skal skipast í miðnámsskúlanum. Rektararnir???? Fyri at sleppa frá tí kjaki og kegli, sum annars er í øllum hesum máli? Ná, okkara rektari hevur verið so frægur, at hann hevur biðið faklærararnar um ráð.  Eina ferð um árið  hittast føroysktlærarar á miðnámsskúlum á fundi. Tað er lærugreinaráðgevin, í løtuni Sólvá Jónsdóttir, sum skipar fyri. Vit hittust í morgun í arbeiðarafelagshúsunum í Tjarnardeild. Kunning um námsætlanir og próvtalsstiga osfr.  Vár í Ólavsstovu legði í stuttum fyrilestri fram nakrar niðurstøður úr síni Phd ritgerð. Nógvar avbjóðingar á mongum mótum, fáar loysnir. Langir ynskilistar og ongin at taka ímóti listanum. Fyrr var føroyskt hjálparfak hjá donskum, nú verður danskt hjálparfak hjá føroyskum, mangt umbroytist á mansins ævi.

binda 003 binda 005 binda 007