Dec 1, 2022

Marjun Syderbø Kjelnæs: Gentukamarið

 Framløga í NLH

Bókin er hendan, Gentukamarið eftir Marjun Sydebø Kjelnæs. Vit báðar, Bergljót og Malena, skula siga nøkur orð um hetta verkið. Vit eru í lesiringi saman. Teksturin er eitt leikrit og sjónleikurin hevur verið spældur á Tjóðpallinum. Vit hava sæð leikin, og vit vóru til framløguna í Gl. Bókhandli, tá ið bókin kom út og hoyrdu Marjuna greiða frá, m.a. inspiratión í einum sussmæli í Vencili 2016, sum kallaði tekstir ”gentukamarsligar” og grenj, sum var so grunt sum ”tampongir og tann innara slaskidukkan”. Tað var sjálvandi eitt kallkynsindivid, sum hevði skrivað tað. Men Marjun hugsaði: JA! Eg skal geva tykkum GENTUKAMAR og slaskidukkur og tampongir, sum súgva, so tú verður turrur í hálsinum!!

B: hvat er søgan um?

Søgan er um eina kvinnu, sum er komin heim í sítt gamla kamar í barndómsheiminum. Lesarin fær fatan av, at hon er skild og hevur eina dóttur. Exmaðurin skal hava polterabend og vil hava hana at koma eftir dóttrini. Inni í kamarinum hittir hon eina veru. Og leikurin er ein samrøða, kjak ella bardagi millum tær báðar. Tað leikar hart á, og Veran er við yvirlutan, hon veit alt um hana og dugir at raka hana meint, men tá ið leikurin endar, eru tær kortini komnar ásamt.

M: har eru ikki nógvir persónar á pallinum?

Bara kvinnan og Veran eru á pallinum, og ein tænari í 5. senu. Men mamman, pápin, ex maðurin og dóttirin eru í perferiini. Mamman uttanfyri kamarshurðina og pápin liggur og svevur og ex og dóttirin í telefonini. Hetta er ikki eitt familjudrama, men eitt psykologiskt drama við sera sjónskari fráveru av familju. Mamma hennara kemur ikki inn í kamarið, hon vitjaði kanska heldur ikki inn, tá ið gentan var barn, og pápin svevur, hann skal nokk ikki forstýrast, ein rættiliga súrlig viðmerking til pápaleiklutin. Kvinnan er mamma, og barnið er í telefonini, men hon vil heldur tosa við mannin, lova mær at tosa við babba. Smágentan má bíða,  tað er, sum um hon førir hesa fráveru víðari til næsta ættarlið (s.81, s.82). Hon og exurin skeldast í telefonini, hon tveitir telefonina frá sær. Telefonin ringir nakrar ferðir, men til endans sløkkir kvinnan hana, og tað er avgjørt tekin um, at spennandi ting eru á skránni.

Veran er fyrst og fremst órein við kvinnuna, pínir og argar.

B og M s. 35 veran:  Á steiki, ert tú okey?

Men tær eru eisini góðar og klemmast. Einki verður sagt um aldur ella útsjónd á kvinnuni og veruni, vit vita einki um hennara seksualitet, arbeiði ella karrieru. Tað seksuella er ikki í fokus, veran er kynsleys. Tað verður hildið  uttanfyri , tað er bara kvinnan og hennara eksistensur, tað snýr seg um at byggja seg upp og gerast sterk. Men tað er rætiliga eyðsýnt, at tær eru ein og sama vera, veran gongur út í eitt við ein sekkjastól og (7), og veran ger alt tað sama sum hon (23).

Tær hava einki navn, eru bara kvinna og vera, men Agnas Louisa, sum vit fara at hoyra um, hon hevur navn, og í einari terapi-sessión er ein, sum bjargar fleiri børnum frá at drukna og hann eitur Hans Jakku.  Tað er sum Hetjurnar hava navn, men okkara kvinna er ikki vorðin ein persónligheit enn, hon er enn í gerð.

B: ...tað er ótrúliga myndaríkur stílur í hesum leikinum ha?

Ja, vit kunna taka nøkur dømi:

Veran er mynd av innanlívinum hjá kvinnuni. Veran er dulvitið ella samvitskan hjá kvinnuni. Hon livnar, táið kvinnan kemur, og tá ið kvinnan fer, ger veran  av við seg.

Veran er sum ein sálarfrøðiligur terapeutur, og samrøðan teirra millum er sum ein terapitilgongd. Veran noyðir hana at siga frá síni angist og sínum minnum. Gloymd minnir um ommuna og eitt systkinabarn og sjónvarpssendingar koma í ljósmála. Gentan kemur ígjøgnum alt sítt kensluregistar.

M: og so er tað Agnas Louise...??

 Agnas Louise er høvuðspersónur í eini søgu, sum Veran fortelur kvinnuni. A.L. vaks so nógv, at hon rúmtist ikki inni, hon vaks út gjøgnum takið - ein tilsiping til  Alice (tær eru næstan navnur) í Leikalandi, sum sprongdi húsið hjá kaninini. Kaninin í Lisu í Leikalandi er eisini nevnd, har ið Veran sigur, eg eri kaninin við urinum...Agnas Louise tordi at fara út um gentukamarið og út um bygdina, og bygdarfólkið skilti hana ikki.

M:            Tey siga, at tá  ið Agnas Louise reistist av knøunum, so rakk hon heilt upp til knøttin á flaggstongini oman fyri kirkjuna. Mamman græt, pápin signaði seg, og øll hennara smáu systkin runnu ýlandi undan henni....s.36

Bæði upp um flaggstong og kirkju, bæði verðsligt og kirkjuligt vald.

 Tá ið Agnas Louise var deyð og gloymd, fann ein neytakona beinagrindina, ella skrokkin, sum kundi brúkast til tøð, sum gav góðan vøkstur, og ryggin og bringurúmið brúktu tey til at byggja eitt skip, ”Agnas Louise”. Her hevur høvundurin íblástur úr veruleikanum, Malena, tað veitst tú okkurt um? Ja, systkinabarn mítt, vaksin upp við góðari mjólk frá neytakonuni, fór sín fyrsta túr við ”Agnas Louise” í 1957.

Ein feministisk metafora um at spreingja rammur. Tá ið A.L doyr fáa tey brúkt hennara beinagrind bæði til beinmjøl, amboð og EITT SKIP! Implikatiónin er, at kvinnan er grundarsteinurin undir øllum framburði!

Ein onnur mynd í tekstinum er oljufýrurin, sum tendrar og sløkkir alla tíðina, og í einari pallmynd er sjóðið frá havinum, sum ljóðið í oljufýrinum. Ein fýrur ella viti tendrast og slóknar , hann skal leiða skip, sum Agnas Louise, í trygga havn.

 

Dukkurnar eru mynd av gentuni, kvinnuni. Veran brýtur og mishandlar dukkur, summar missa høvdið, verða royttar ella missa ein arm, og tá fær kvinnan ilt samstundis. Dukkurnar eru eisini mynd av barni ella børnum, sum kvinnan ynskir sær ella hevur ynskt sær.

Alt verður tikið úr skápinum og skrætt sundur, bæði armar og bein av dukkunum. Kvinnan og Veran berja seg ígjøgnum barna- og ungdómsár og náa at enda til eina niðurstøðu, har tær klemmast.

Áðrenn leikurin endar, hevur Veran tikið armin úr formalinkrukkuni og sett hann aftur á dukkuna og sett dukkuna í eitt modellskip, sum stendur í kamarinum. Samstundis fær kvinnan brúkt armin aftur,  hevur fingið matarlystin aftur og situr og etur egg og er komin fyri seg, Síðani letur kvinnan seg í og fer út aftur í lívið. Skipið og dukkan hóska væl til myndamálið við Agnas Louise.

Á vegginum hongur ein kend einglamynd, sum saman við søguni um systkinabarnið, sum boðaði dómadag, sipar til tað religiøsa eftirlitið í gentukamarinum.                          

                s.84 dialogur .... eg sleppi aldrin í lívinum frá tær

Ein fangandi mynd er av ommuni: s. 75

...tað var líkasum... segði hon

Ein mynd av at vera fastlæst, ikki sleppa at mennast, ikki sleppa at flyta seg, royna okkurt nýtt ella broytast

 

 Teksturin hjá Marjun er surrealistiskur eins og ein Dali málningur. Og henda litfagra lýsingin av tí yvirvaksna rotnandi likaminum á Agnas Louise verður samanborin við ein Dali málning. Grotesk lýsing, men eisini ”skeg”..

s.76.   Annar fóturin...

Og aftaná kemur nágreinilig lýsing av lukti  og av partiklum í luftini av Agnas L...rættiliga vemmiligt.

 

Fremsta myndin er gentukamarið sjálvt. Tapetið og tingini í kamarinum vísa á kvinnuleiklut, gentusosialisering. Fyrr høvdu børnini ikki sítt egna kamar, húsini vóru smærri og børnini vóru fleiri, men nútíðin hevur gentukømur og dreingjakømur, páparúm og mammurúm, vit hava privatlív fyri allar pengarnar, spurningurin er, um tað hevur gagnað okkum so væl at hava ”me time”, ”alone time”. Gentukamarið kann umboða einsemi ella kanska klaustrofobi. Teksturin hevur yvir 20 ymiskar lýsingar ella frágreiðingar um gentukamarið, sera rúgvismikið myndamál at fyrihalda seg til sum lesari. Pallurin er gentukamarið, sum er lýst rættiliga detaljerað í pallviðmerkingum.


Tapetið í gentukamarinum er blomstrut, perman á bókini (eftir Sigga Óla Pálmason) dias er blomstrut, men um tú hyggur nærri, eru blomstrini sera lík fostrum ella svimjandi sáðkyknum, byrjandi lívi. Eitt eyga, sum eisini er eitt hurðarlás, ein hurð, men hvat er innanfyri, og hvat er uttanfyri hesa hurð??

        Gentukamarið er óaktuelt.....

s.16 Hetta líkist kanska eini fornleivd ella eini mynd av einum halgiluti – hoyrir kanska heima í eini glasmontru á savninum fyri farnar kynsleiklutir.

 

s.86 Gentukamarið er ein frystiboks. Her liggja tjúkk stykki av uppskornum tonkum og harðna í kuldanum. Men ein vakurleiki er eisini í tí. Ískrystall glitra uttan á sleptum vónum. Turrafrostið gellir. Gleðin er glerlokað. Og at enda doyvir kuldin alt. Bíða bara.

Kanska er kamarið fyrst og fremst ein mynd av modernaðari gentusosialisering og av teimum avmarkingum, sum møta kvinnum, tað blomstruta tapetið sum vøkur verja, men eisini sum innisperrandi stik. Nógvar kvinnur hava livað í hesum blomstruta stiki, t.d. Frida Kahlo listarkvinna, sum ofta er avmyndað júst við tapetbakgrund . Hon var knúst, eins og dukkurnar í kamarinum, bæði kropsliga og sálarliga, ella Ruth Smith, sum sat í Nesi í Vági við sínari list undir einum bláum stjørnuhimmali, sum maður hennara hevði málað til hennara.

s.33 áratúsindir av kúging, og framvegis elskar tú blomstur, elskar nóg mikið til at vera lukkulig um blomstrutar veggir?

Biip!

Situr og vaggar dukkuni, sum einaferð fer at vera eitt livandi barn – títt egna.

Venur teg við at vera ein favnur, ein bryggja, eitt hvíldastað?

 

Hvat er so temað í hesum teksti - ella boðskapurin?

Stykkið er um kvinnulív ella um uppgerð við fortíðina. Tað er feministiskt í sínum hugburði, explisitt onkustaðni í tekstinum t.d.

        s. 65 Ja, ja, tú ert fastlæst í eini kynsskipan. Einum leiklutamynstri. Tað er skiljandi. Tín uppaling leggur ikki upp til hetjuskap. Frelsarar hava í tínari verð onnur kynsgøgn enn tú...men for heitasta genta – rist tað burtur av tær! Kom nú, kom!

Men kúgingin verður ikki beinleiðis definerað við støði í mannfólki. Hon er ikki ein bukað ella neyðtikin kona. Kamarið er ikki stongt, pápin svevur, og maðurin í telefonini hevur ikki vald á kvinnuni. Kúgingin ella avmarkingin er nógv meiri umfatandi enn so, hon er  internaliserað og byrjar fyri túsund árum síðani. Sostatt er boðskapurin eisini, at kvinnan má, sum AL spreingja rammur, hon má tora at fara út.

                 s.55 Gentukamarið er inni í tær, jú tað er tað. Tað er ein smáblomstrutur kassi, sum liggur tvørur fyri og roynir at finna onkra javnvág.

Skotraður har millum lívmóðurhválvið og bringubeinið riðar kassin á síni egnu trom. Og inni í honum liggur tú og skrálar.

Jú tað gert tú, og hóast tú rópar av almakt, so hoyrist tú ikki. Nei, tað gert tú ikki. Ljóðini eru als ikki skillig. Als ikki orð. Als ikki enn.

 

Heitið er ”Gentukamarið, ein eksistentiell horrorkomedia”, tað er javnt býtt ímillum horror og komediu. Tað óhugnaliga er fremst, tá ið Veran pínir kvinnuna og tykist njóta tað. Tað stuttliga er skrivikynstrið, perlurekkjan av løgnum fantasifullum myndum. Sum lesari mást tú veruliga spenna teg út fyri at fáa fylgt við.

Tað liggur á okkum , sum liva, at brúka gentukamarið og okkara innaru slaskidukku við skili. Vit kunna brúka gentukamarið til at venja guriljapartisangentur, vit kunna bjóða fólki inn í gentukamarið, vit kunna lata hurðar og vindeygu upp í gentukamarinum...tað er nógv vit kunna gera! Og sjálvandi kunna vit fara út úr gentukamarinum, tá ið vit vilja!

 

TAKK!


 


No comments:

Post a Comment