Upplivdi bókadagar bæði í Keypmannahavn og í Havn í ár. So herligt.
|
Jón Kallmann Stefans. høgrumegin
|
|
Iben Mondrup
|
|
Lisa mín trúfasta vinkona
|
|
Jens Andersen um Tove |
|
hevur etið ommuna |
Lisa, mín trúfasti fylgisveinur í Kph. og eg fóru í Bella sentrið leygardagin 5. november. Á tú góðasti, sum har er stórt, og so nógvar bøkur og nógvir pallar. Men Lisa er góður organisator, hon hevði skjótt skránna frammi og gjørdi okkum eina dagsætlan. Bøkurnar-høvundarnir, sum vóru í ætlanini vóru: Jan Guillou (bara tí at hann er so kendur), Jón Kallmann Stefansson (eri í ferð við at lurta eftir "Dit fravær er mørke" á Mofibo), Iben Mondrup (hevði lisið Tabitu í Bókastevi, og fingið uppgávu frá NLH, áðrenn eg fór niður), Tove Ditlevsen (ein nýggj ævisøga eftir Jens Andersen). Eg fekk mest burturúr framløguni um Tove Ditlevsen og henni um tey grønlendsku børnini Tabitu og Vitus. Deiligur dagur, stuttligt at síggja, hvussu tey gera sínar framsýningar, bæði til børn og vaksin, men tú skalt vita, hvørjum tú fert eftir í bókahimni.
Bókadagarnir í NLH í ár vóru 16-20 november
Ungu Føroyar høvdu eitt tiltak í Skálanum, har ið framløga var um "Gentukamarið", "Karmageitina" og "Rangstøðu". Stuttligt at arbeiða saman við Malenu um framløguna. Vit skiftust til at siga okkurt og til at lesa sitat. Nógv fólk var møtt upp, m.a. ein studentaskúlaflokkur hjá Ann Ellefsen.
Arnbjørn Dalsgarð segði nøkur fá orð um yrkingarnar hjá Marjuni, og Marjun las tríggjar yrkingar, m.a. ta fyrstu í savninum, sum er ein samanumtøka av tí, hon vil siga. At enda presenteraði Turið ta nýggju skaldsøguna hjá Daniali Viðoy, sum er sjálvstøðugt framhald av Tvístøðu. Bókin er um norðoyingin Bartal, sum livir sítt ungdómslív í Keypmannahavn og í Føroyum. Bersøgin og væl skrivað sum hin fyrra.
Fríggjadagin var samtalan við Iben Mondrup á skránni. Hon var løtt at tosa við, tí hon tímdi væl at práta. Eg spurdi hana um fotografering sum metaforu og kassar og smá rúm og sjálvandi skortin, sum Vitus elskar at vera í. Síðani nakað um menniskjasýni og danska ideologi viðv. Grønlandi og grønlendskum. Hugsi tað gekk væl.
|
|
|
|
Okkurt var, sum eg ikki fekk spurt hana um, sum eg hevði ætlað mær: m.a.: hvussu nógv visti Stig um, hvat ið Alice gjørdi við Vitus? Hann sigur við hana einastaðni "Vitus er ikki eitt leika" og "Tú mást finna tær onnur offur"...er Stig ikki samsekur í misgerðini? Eitt annar spurningur er: ..man Alice vera misbrúkt sum barn, tað verður sagt, at pápi hennara er óndur, og einastaðni hugsar Alice, at hon vil, at pápin skal vita, at hon verður fylt av einum øðrum manni.
Nú ið mínar avtalur vóru hildnar, føldi eg meg meira leysa at vitja annað á bókadøgunum. Eg hoyrdi framløguna hjá Anne Kirsten Hermann um "Imperiets børn" og hoyrdi upplesturin hjá Búa Rouch og Beiniri Bergsdson, tað var sera hugtakandi. Og so var eg eisini til samkomuna, sum heiðraði Hanus Kamban á 80 ára degnum.
|
Rithøvundurin og týðarin |
|
Halgir talar fyri vinmanninum Hanusi |
No comments:
Post a Comment