Jun 28, 2022

Ísland - Vestfirðir

 Vestfirðir í Íslandi hava verið á ynskilistanum hjá mær leingi. Og nú gjørdist henda ævintýrferð veruleiki. Vit tríggjar systrarnar fóru nú, 12 ár eftir Santiago, pílagrímsferð við bili á Vestfirðir. Tað er stórfingið landslag har vesturi, 27 firðum koyrdu vit framvið og um vakrar, kaldar heiðar.

Á "Gráa køttinum", morgunmatarmatstova á Hverfisgøtu

Vit leigaðu okkum ein Toyota og løgdu avstað úr Reykjavík 14. juni. Allarfyrst fóru vit á Gráa køttin at eta okkum mettar. Fyrsta mál, sum bleiv sett í frú Toyotu var Borgarnes við Borgarfjørð. Frú Toyota tók okkum við í Hvalfjarðartunnilin. Fyrsta dagsleiðisngekk til Patreksfjarðar, hon var tann longsta, hugsi eg. Gististaðið var í privathúsum, eitt dupultkamar og ein song í stovuni. 

Turið, Toyota og eg

Nógva staðni stendur kirkjan púra einsamøll í landslagnum.

Á Patró hava tey eitt sjáldsamt minnismerki um Jón úr Vør. Yrkingar hjá honum eru settar rundan um ein lítlan platform mitt í bygdini. Hann er teirra stoltleiki, ein av teimum fyrstu modernistunum í Íslandi.

Skalvalop á Patreksfirði 1983





Tá ið vit høvdu verið og svomið og etið morgunmat, fóru vit aftur út á vegirnar. Vit avgjørdu at fara á Reyðasand, nú ið vit vóru í nánd. Men nánd í Íslandi kann vera rættiliga nógvir kilometrar. Á vegnum sóy vit eitt so sjáldsamt savn. Eitt skip. sum stendur uppi á landi og rustar. Tað er fyrsta stálskip í Íslandi, bygt í Noreg 1912, sett har í Ósafirði í 1981. Sera áhugavert at síggja, hvat íð náttúran ger við slíkan menniskjaskaptan lut. Reyðisandur er sera stórur, vit ætlaðu at ganga heilt út á sandin, men gøtan var ikki gongd, ella vit funnu ikki gøtuna. Ferðafólk noyðast eisini at gera okkurt sjálv :) Men fekk fleiri góðar myndir av "Garðari" BA64.








Í Ósafirði


Garðar, bygdur 1912, museum frá 1981







Næsta gisting er á Thingeyri, men vit sóu bæði Hrafnseyri og Dynjanda á vegnum. Framhald....

No comments:

Post a Comment