Jun 29, 2022

Ísland - Vestfirðir 2

Vit koyrdu yvir Dynjandisheiði og so komu vit til náttúruperluna, fossin Dynjandi. Hann og hansara smáfossar vóru væl vardir ímóti ferðafólkum, men sóust væl av gøtuni. Eisini plantulívið var vart, nógv slík friðað náttúrustøð eru í Íslandi. 




Dynjandi

Nú gekk leiðin út á Hrafnseyri fram við fjørðinum. Hrafnseyri er savn til minnis um Jón Sigurðsson (1811-1879), forseta, sum varð føddur har. Ein av Íslands tjóðarhetjum, sum starvaði alt sítt lív fyri sjálvsavgerð og frælsi íslendinga. Hann verður kallaður forseti, var forseti altings, altingsmaður ísfirðinga og tingmaður íslendinga í Danmark. Vit vóru har 15.juni, og 17. juni var ætlanin at hava eitt stórt tiltak har.  




Um eg skal velja eitt og bara eitt náttúrufyribrigdi sum yndis, má tað vera áirnar, ein slík ovurnøgd av reinum vatni, brúsið og litirnir.  Vit komu til Thingeyrar kl. 18 og funnu gistingarhúsið "við Fjørðin". Tað serliga við hesum húsum var, at tey høvdu verið læknahús v. viðtalu á Thingeyri. So flott hús, sum Guðjón Samuelsen hevur teknað.

Ein flott trappa var upp á loftið. Kømrini vóru næstan øll
útgjørd við vesi og brúsu. Á Thingeyri var góð kaffistova og góð ferðavinnuskrivstova.  Aftur í morgun (16/6)  fóru vit at svimja, áðrenn vit hildu leiðina fram. Vit vitjaðu eisini Simbahøllina, har ein belgisk kvinna og ein danskur maður hava kaffihús. So sera hugnaligt og stílfult.


Simbahøll á Thingeyri

Tá ið vit fóru av Thingeyri fóru vit yvir Gemlufallsheiði, nú vóru vit á slóðum Gísla Súrssonar. Har stóðu vit í sama stað sum sagt varð: Nú falla øll vøtn til Dýrafjarðar.





16. og 17. juni gistu vit á Ísafirði á Mánagøtu 8. Framhald ...

No comments:

Post a Comment