Sólrun og Símun komu heim at fara á fjall. Símun var á fjalli í Sáttarenni, og tey komu bæði suður til Dals at hjálpa til. So sera kærkomið, og so hugnaligt at vera fleiri. Turið lærir hini, hetta er sum lærlingaundirvísing. Bæði Símun og Herbert kláraðu seg væl í ár. Skjótt vera teir komnir á lagið. Fantastiskt sum omma at uppliva, at børnini verða vaksin og mennast.
![]() |
Herbert skrúvar trillibøruna saman |
![]() |
Vitusa partur liggur ikki eftir |
![]() |
master class |

Krovini komin upp at hanga, blóðmørur gjørdur, og fingið feska súpan hinumegin bróstið.
Og nú verður heystferia og heystfagnaður.
No comments:
Post a Comment