Teinurin er uml. 120 km., so vit valdu at súkkla tveir dagar. Fyrra dagin var rutan Oyes, Montmirail, Rebais, Aulnoy, og seinna dagin Aulnoy, Clayes Souilly, Paris. Tann fyrra dagin kl. 10 kom himmalsins ódnarveður, torusláttur og oysregn/heglingur og vindur. Vit blivu sjálvandi at kroppi, ´men tíbetur vardi hetta ikki so leingi.
Klárar ar fara avstað í Oyes.
Um kvøldið gistu vit á bed and breakfast hjá eium hjúnum í Aulnoy. Tey eita Isabelle og Christoph (http://www1.iha.com/Guest-house-bed-and-breakfast/France/Paris-ile-de-france/Seine-and-marne/Aulnoy/Charming-mill/MOULIN-DU-RU_51282_1.htm&x=.yilvotok2198H9_ghk4Ru8MFm) , hann hevur italska mammu og franskan pápa og hon er haðani á leiðini. Tey vóru sera fitt og blíð. Tey hava eini stór hús, sum eru eini gomul mylluhús, sum tey hava sett í stand. Vit ótu døgurða saman við teimum, fimm rættir: 1. innbakaðar courgetteblómur, 2. grønar bønir í marinadu við leyki og hvítleyki, 3. høsnarunga og epli við sós, 4. ost (vit vóru í brie øki) 5. loyping við berjasós. Góður bóndakostur, og alt var franskt og nógv var frá teimum sjálvum. Osturin var framleiddur á næsta garði.
Her eru vit avmyndaðar, ðarenn vit fara avstað annan morgunin.
Maðurin í húsinum er súkklari, so hann fór at seta eina rutu saman til okkara, so vit skuldu vera vísar í at finna Canal de l’Ource, sum gongu langa leið og heilt til París. Vit høvdu eisini hoyrt Lars tosað um hesa góðu veit. Men vit funnu hana so ikki so beinanvegin, men til endans. Har var fínt og friðarligt at súkkla. Veðrið helt sær so dánt, sirm við hvørt, ikki sól. Men tá ið vit stóðu framman fyri Notre Dame, tá kom sólin fram, so tað var sum tað skuldi. Síðani tóku vit tokið aftur til Epernay og fingu eisini við fýrverkið í Sezanne, sum var hildið um midnáttina, tá ið tjóðardagur Fraklands rann upp.
No comments:
Post a Comment