Jul 7, 2011

Epernay - høvuðstaður í Champagne


Turið og Hallur og Magna og eg fóru at vitja sjampanjuhúsið Moet, men har var so leingi at bíða eftir næsta guidaða túri, so fóru vit til Mercier. Eugene Mercier stovnaði fyritøkuna 20 ára gamal í 1880unum. Vit koyrdu í einum vogni gjøgnum vínhellinum 30 m. undir jørð.
At vakna her við hanagal minnir meg um Hattarvík, tá ið eg var barn. Vit hoyrdu hanar, hundar og neyt. Skundaðu okkum upp, í køkinum sótu omman og abbin í húsunum, Gamli Hanus og Stina, hvørt sínu megin komfýrin við krússinum á komfýrshorninum. Á bonkinum lá lítli Hanus so langur hann var, hann hevði longu sligið ein heilan hóp, tá slógu allir við líggja. Á gíolvinum gekk Hasa,bóndin, við krússi í aðrari hond og sukurmolum í hinari. Vit sluppu at reka neytini, tá ið Hasa hevði mjólkað....osfr osfr

No comments:

Post a Comment