May 21, 2025

Leigutúrur til LImerick 2

Craggaunowen er eitt útisavn, ein jarnaldarbygd. alt er nýbygt, men gjørt púrasta eftir gomlum keldum. Tað var áðurnevndi John Hunt, sum stóð fyri at gera hetta savnið. Hann keypti jørðina við eini slotsleivd (tað eru 225 slotsleivdir í County Clare) á og gjørdi stórfingnar ætlanir. Har er eitt jarnaldarbýli (ein cragga), skógur, har álvar búgva, og so stendur Brendan, báturin hjá Tim Severin har. Og sýningin var skipað so, at tú fekst ein hampuligan túr gjøgnum skógin.








Skinnbáturin Brendan

Aran oyggjarnar standa fyri mær sum tað upprunaliga Írland, har tey duga gæliskt, men tað er ikki allur sannleikin. Vit vitjaðu ta minstu, innastu av Aranoygjunum. Eg og Karin fóru í ein lítlan bygdarbuss, sum koyrdi okkum runt fyri 15 evrur, vit sóu slottið, kirkjuna (10. øld) og vrakið. Her var mín størsta uppliving á øllum túrinum: eg hoyrdi tveir menn tosa írskt saman. Írskt ella gæliskt er fyrsta mál í Írlandi, tað er kravd lærugrein í øllum skúlum, øll skelti eru á gæliskum og enskum, men sera fáir irar duga at tosa gæliskt. Hugsaði um okkara mál, føroyskt í tí sambandi, hvør verður tess lagna?
St. Caomhánøs Church

altarið 

Sveivin bjóðar gestum vælkomnum












Bell Table er annar av tveimum pøllum hjá Limerick Theatre. Vit vóru fýra sum fóru til eitt uppistand hjá Anne Gildea har. Tað var soooo stuttligt, alt, hon talaði um, var slíkt, sum vit kendu aftur og høvdu upplivað - ja alt uttan forboðið ímóti fyribyrging ..... og so tó, tað var so loyndarfult eisini hjá okkum, at tað var næstan forboðið. Hon dugdi so væl at fáa áhoyrarnar við og brúka okkum í síni framførslu, eisini "the women from the Faroe Islands".  Hon var bara so herlig!!













Shannon áin er 400 km. long. Ein av útferðunum var siglitúrur eftir ánni, sum frá gamlari tíð hevur verið høvuðsferðsluæðr.

Pubbir eru partur av mentanini, og vit vitjaðu eina ella tvær. Tað er ikki bara fyri at drekka seg full, at fólk fara á pubb, har er tónleikur, fólk spæla kort, gera skúlatong og práta. Yvirav hotellinum The George er ein fagurt reyður pubbur, fínt møtistað. Nógvar pubbir hava so vakra framsíðu, málaða og pyntaða.












Kirkjurnar eru mangar í tali, summar katólskar og summar protestantiskar. Mariu kirkjan í Limerick er elsti bygningur í býnum,(tríggjar tær fyrru myndirnar.,)  Og dómkirkjan í Galway er nýggj (1965). Hon hevur pláss fyri 1500 fólkum, og stólarnir eru úr vesturafrikanskum mahogni, gólvið í kórinum er av potugisiskum marmara og so framvegis, sera fínt og dýrt alt samalt (tríggjar tær seinni myndirnar).







Hjartans takk fyri ein fínan túr tit, sum hava skipað fyri. Tit verða biðin aftur!




Leigutúrur til Limerick 1

Tað er 8. ferð, at Anna og Herleif skipa fyri túri. Eg havi verið við nakrar ferðir. Hesa ferð gekk leiðin til Limerick í Vesturírlandi. Vit fóru hósdag tíðliga á morgni og komu aftur týsnátt. Ein spennandi skrá var løgd: Vit búðu í Limerick, og mín fyrsti túrur var Angela's Ashes býtúrur,  og á hotel Savoy var skipað fyri fínum døgurða tað fyrsta kvøldið. Vit vitjaðu Cork og Galway, sigldu á Shannon og vitjaðu Inis Oirr, tað er tann minsta av Aranoyggjunum, og tann sum er næst landi. Eitt, sum 4 av okkum fóru til, var stand-up í Bell Table sjónleikarhúsinum.

Frank McCourt (1930-2009)

Høvundurin, og høvuðspersónurin Frank, búði í Limerick, familjan var fátæk, og bókin Angela's Ashes sigur frá hansara uppvøkstri. Ferðaleiðarin dugdi bókina og filmin uttanat, hann greiddi frá, hvar Frank hevði búð, hvar hann hevði gingið í kirkju og hvar pápi hansara hevði arbeitt. Men eg má siga, tey duga væl at fáa burturúr, alt veldst um søgusigaran.

Angela's Ashes tour

Krókurin hjá pápa Frank á W.J.South

Eg vitjaði nøkur søvn: Hunt (tað eitur eftir John Hunt, sum savnaði lutirnar) savnið í Limerick er eitt sera blandað savn. List og lutir og stórt savn av trúarligum myndum.












Í Cork var eg á smørsavni. Helt at tað ljóðaði so stuttligt. Írland er landbúnaðarland, hjá teimum er mjólkin "flótandi gull". Tann grøna oyggin, Emerald isle, breiddi seg út fyri okkum. Kýrnar so litríkar á beiti. Á smørsavninum vóru gomul amboð og nógvar frágreiðingar um smørframleiðslu. Kerrygold smørið hevði stóran part av heimsmarknaðinum. Cork var ein stórur smørbýur.


"Hon kann alt..... og at kirna smør, einans er hon arvingin til 8 merkur í jørð"















smørvegirnir til Cork

Í Cork var eisini ein framsýning um uppreisturin ímóti eingilskmonnum í 1919-21. Cork hevði eina ta ógvusligastu mótstøðuna ímóti eingilskmonnum. Eingilskmenn brendu ein part av býnum, m.a. býráðshúsini. Teir bøttu við at byggja nýtt stásiligt býráðshús (Town Hall). 









Tey flestu í ferðalagnum mundu vitja King's Castle í Limerick. Ein 800 ára gamal  festningur. Framsýningin vísir enska og írska søgu gjøgnum øldirnar. Trúarstríð og stríð um vald.


tónleikarar, í "livandi savni"




Marjun, Bergljót, Ingibjørg og Karin