May 21, 2025

Leigutúrur til LImerick 2

Craggaunowen er eitt útisavn, ein jarnaldarbygd. alt er nýbygt, men gjørt púrasta eftir gomlum keldum. Tað var áðurnevndi John Hunt, sum stóð fyri at gera hetta savnið. Hann keypti jørðina við eini slotsleivd (tað eru 225 slotsleivdir í County Clare) á og gjørdi stórfingnar ætlanir. Har er eitt jarnaldarbýli (ein cragga), skógur, har álvar búgva, og so stendur Brendan, báturin hjá Tim Severin har. Og sýningin var skipað so, at tú fekst ein hampuligan túr gjøgnum skógin.








Skinnbáturin Brendan

Aran oyggjarnar standa fyri mær sum tað upprunaliga Írland, har tey duga gæliskt, men tað er ikki allur sannleikin. Vit vitjaðu ta minstu, innastu av Aranoygjunum. Eg og Karin fóru í ein lítlan bygdarbuss, sum koyrdi okkum runt fyri 15 evrur, vit sóu slottið, kirkjuna (10. øld) og vrakið. Her var mín størsta uppliving á øllum túrinum: eg hoyrdi tveir menn tosa írskt saman. Írskt ella gæliskt er fyrsta mál í Írlandi, tað er kravd lærugrein í øllum skúlum, øll skelti eru á gæliskum og enskum, men sera fáir irar duga at tosa gæliskt. Hugsaði um okkara mál, føroyskt í tí sambandi, hvør verður tess lagna?
St. Caomhánøs Church

altarið 

Sveivin bjóðar gestum vælkomnum












Bell Table er annar av tveimum pøllum hjá Limerick Theatre. Vit vóru fýra sum fóru til eitt uppistand hjá Anne Gildea har. Tað var soooo stuttligt, alt, hon talaði um, var slíkt, sum vit kendu aftur og høvdu upplivað - ja alt uttan forboðið ímóti fyribyrging ..... og so tó, tað var so loyndarfult eisini hjá okkum, at tað var næstan forboðið. Hon dugdi so væl at fáa áhoyrarnar við og brúka okkum í síni framførslu, eisini "the women from the Faroe Islands".  Hon var bara so herlig!!













Shannon áin er 400 km. long. Ein av útferðunum var siglitúrur eftir ánni, sum frá gamlari tíð hevur verið høvuðsferðsluæðr.

Pubbir eru partur av mentanini, og vit vitjaðu eina ella tvær. Tað er ikki bara fyri at drekka seg full, at fólk fara á pubb, har er tónleikur, fólk spæla kort, gera skúlatong og práta. Yvirav hotellinum The George er ein fagurt reyður pubbur, fínt møtistað. Nógvar pubbir hava so vakra framsíðu, málaða og pyntaða.












Kirkjurnar eru mangar í tali, summar katólskar og summar protestantiskar. Mariu kirkjan í Limerick er elsti bygningur í býnum,(tríggjar tær fyrru myndirnar.,)  Og dómkirkjan í Galway er nýggj (1965). Hon hevur pláss fyri 1500 fólkum, og stólarnir eru úr vesturafrikanskum mahogni, gólvið í kórinum er av potugisiskum marmara og so framvegis, sera fínt og dýrt alt samalt (tríggjar tær seinni myndirnar).







Hjartans takk fyri ein fínan túr tit, sum hava skipað fyri. Tit verða biðin aftur!




Leigutúrur til Limerick 1

Tað er 8. ferð, at Anna og Herleif skipa fyri túri. Eg havi verið við nakrar ferðir. Hesa ferð gekk leiðin til Limerick í Vesturírlandi. Vit fóru hósdag tíðliga á morgni og komu aftur týsnátt. Ein spennandi skrá var løgd: Vit búðu í Limerick, og mín fyrsti túrur var Angela's Ashes býtúrur,  og á hotel Savoy var skipað fyri fínum døgurða tað fyrsta kvøldið. Vit vitjaðu Cork og Galway, sigldu á Shannon og vitjaðu Inis Oirr, tað er tann minsta av Aranoyggjunum, og tann sum er næst landi. Eitt, sum 4 av okkum fóru til, var stand-up í Bell Table sjónleikarhúsinum.

Frank McCourt (1930-2009)

Høvundurin, og høvuðspersónurin Frank, búði í Limerick, familjan var fátæk, og bókin Angela's Ashes sigur frá hansara uppvøkstri. Ferðaleiðarin dugdi bókina og filmin uttanat, hann greiddi frá, hvar Frank hevði búð, hvar hann hevði gingið í kirkju og hvar pápi hansara hevði arbeitt. Men eg má siga, tey duga væl at fáa burturúr, alt veldst um søgusigaran.

Angela's Ashes tour

Krókurin hjá pápa Frank á W.J.South

Eg vitjaði nøkur søvn: Hunt (tað eitur eftir John Hunt, sum savnaði lutirnar) savnið í Limerick er eitt sera blandað savn. List og lutir og stórt savn av trúarligum myndum.












Í Cork var eg á smørsavni. Helt at tað ljóðaði so stuttligt. Írland er landbúnaðarland, hjá teimum er mjólkin "flótandi gull". Tann grøna oyggin, Emerald isle, breiddi seg út fyri okkum. Kýrnar so litríkar á beiti. Á smørsavninum vóru gomul amboð og nógvar frágreiðingar um smørframleiðslu. Kerrygold smørið hevði stóran part av heimsmarknaðinum. Cork var ein stórur smørbýur.


"Hon kann alt..... og at kirna smør, einans er hon arvingin til 8 merkur í jørð"















smørvegirnir til Cork

Í Cork var eisini ein framsýning um uppreisturin ímóti eingilskmonnum í 1919-21. Cork hevði eina ta ógvusligastu mótstøðuna ímóti eingilskmonnum. Eingilskmenn brendu ein part av býnum, m.a. býráðshúsini. Teir bøttu við at byggja nýtt stásiligt býráðshús (Town Hall). 









Tey flestu í ferðalagnum mundu vitja King's Castle í Limerick. Ein 800 ára gamal  festningur. Framsýningin vísir enska og írska søgu gjøgnum øldirnar. Trúarstríð og stríð um vald.


tónleikarar, í "livandi savni"




Marjun, Bergljót, Ingibjørg og Karin





Apr 26, 2025

VÁRIÐ 2025

KVØLDSETA Í KVÍVÌK 

Vit vóru í Kvívík í kvøld, 23. apríl 25. Vit vóru trý, sum fóru úr Havn. Í Kvívik skipaðu tey  fyri eini kvøldsetu um JPG (1845-1901) Vit fóru í Frøishøllina, eitt so sera hugnaligt felagshús. Tað fyrsta á skránni var felagssangur, vit sungu "Eg minnist úr gonlum søgum", sum júst var temað til kvøldsetuna : at minnast IPG og hansara verk.

Ari Johannesen og Turið, Jóan Pauli aftanfyri

Tað næsta á skránni var fyrilestur hjá Ara Johannesen, hann greiddi frá lívi og virki Jóan Peturs uppi í Trøð, og yvirskriftir og myndir vóru varpaðar á brósti samstundis. Tað var sera áhugavert, bæði at fáa uppfrískað tað, ein hevur lært og lisið um IPG og at hoyra um og síggja myndir av, at IPG var sera góður og fjølbroyttur smiður. Ari greiddi frá tekstum hjá IPG, sum kunna býtast sundur í tríggjar partar. Greiddi eisini frá, at nógv, sum lá eftir IPG, tá ið hann doyði, var fyribeint. 



Inn ímillum var tónleikur og sangur. Petra Iversen og Durita sungu tekstir hjá IPG við undirspæli hjá Angeliku og Ara - og ikki at gloyma Heina Holm, sum kvað nøkur ørindi av Vaagen.

Kvøldsetan var komin í lag, tí at nú var eitt serstakt høvi, nevniliga at hástíðarhalda, at barndómsheimið hjá IPG er liðugt umvælt og gjørt til fornminissavn, ein virðiligur varði til hansara heiður. Samstundis varð Grækaris Madsen, sum er skyldmaður IPG, eisini heiðraður við gávu og skjali frá bygdarráðnum fyri tað stóra arbeiði við umvælingini..

Nýumvældu húsini, tíverri ikki góð mynd

træsmíð hjá JPG, barnastólur

Grækaris Madsen

Eftir kvøldsetuna fór alt fólkið í tey nýumvældu húsini upp í Trøð. Sera snotilig hús og nógvir gamlir lutir at síggja.

FISKASTYKKIÐ

Vit vóru 11 konur, sum fóru ein túr á Fiskastykkið. Har var sera hugnaligt at koma inn. Haldi at ljóðviðurskiftini munna vera góð, tí hóast vit sótu við eitt stórt borð, fingu allar prátað sman. Kanska natúrligur saltdruknaður viður gevur gott ljóð. Vit fingu okkum brunsj, varnaðist serliga laksin, sum var eyka góður. Altíð gott at hittast kæru tit.


ANDETAG/ANDADRÀTTUR

Norðurlendskt samstarv millum finskar og svenskar sjónleikakreftir er rundferð í Norðanlondum og var í sjónleikarhúsinum við leikinum ANDETAG ella ANDADRÁTTUR.

virtuellur pallur, tað kavar

 Við íblástri úr bókini hjá Bronnie Ware The Top Five Regrets of the Dying, settu Kompani Nord (Áland), Sirius Teatern (Helsinki) og The Great Learning Orchestra (Stockholm) á heysti 2024 ein nýskrivaðan leik upp um tað, sum vit angra við endan á lívinum.

Á pallinum eru: Wilhelm Grotenfelt, Paul Olin, Paul Holländer, Johanna af Schultén og Mathilda Kruse. Arn-Henrik Blomqvist stendur fyri leikstjórn.

Leikurin er settur saman av fleiri søgum, tvær eru um gomul fólk, sum ikki klára seg sjálvi og eru sera ørkymlað og vilst sínar síðstu dagar, hvat minnast tey, og hvat hava tey gloymt? Hvat angra tey?. Tvær søgur eru um fólk, sum fer í terapi við sínum trupulleikum.Tey hava so ilt í lívinum.  Ein søga er um tvær vinkonur, sum spæla saman, og sum seinni í lívinum enda í onkrari ósemju, beint áðrenn onnur verður yvirkoyrd, okkurt kundi ivaleyst verið gjørt øðrvísi. Sjáldsamt var, at onnur gentan varð spæld av mannfólki, bæði sum barn og vaksin. Ein søga er um tær báðar kvinnurnar, sum ansa eftir teimum gomlu, tær eru mamma og dóttir, og tær eru ikki samdar.

terapi

terapi

"Nelson...!!!"

Tann gamla konan leitar eftir frensinum hjá sær Nelson. "Hann fór undir bussin" siga tey henni. "Ha? fór hann við bussinum?"...og so leitar hon víðari. Eitt virðiligt lív??? 

Pallurin var merkisverdur. Tvey stór vindeygu vóru, og ein sá út gjøgnum vindeyguni. Tá ið tað fór at kava sóust kavaflykrurnar falla uttanfyri. Og at enda í leikinum var havið ein høvuðsmynd, og vit sóu havið ígjøgnum rútarnar. So sera væl brúkt tøkni!

"Rúmini" á pallinum vóru avskildrað  við gardinum, sum skjótt og væl kundu flytast.

Tað var stórt spell, at so fá fólk sóu leikin. Fleiri, sum eg havi tosað við, hava als ikki frætt um leikin. Tað er ikki nóg mikið at lýsa á Facebook ella senda boð við messenger. Kanska sjónleikarhúsið skuldi fingið sær plakatskápið aftur. 

Leikurin um tey gomlu minti meg so nógv um bókina hjá Lisu Ridzén "Tranorna flyger søderut", sum er um ein einsamallan mann, sum fær heimahjálp sína síðstu tíð. Ein sjáldsama góð og innlivandi bók.


MONOLOGAR - KAPPING

Runavíkar kommuna hevur nú í fleiri ár havt  skrivikapping, og í ár var evnið monologur.
Tórbjørn Jacobsen beyð vælkomin og segði nøkur væl vald orð um, hvat ið orð kunna ella skula brúkast til. Hann segði eisini, at skrivikapping verður aftur komandi ár.

Næstan 70 monologar komu inn í ár. Eitt fjølbroytt savn. Tey best umboðaðu temuni vóru: missur, sorg  / parlag  /nýmótans tøkni  og okkara skundmikla tíð.

Deyðin, missurin og sorgin, sum seta lívið í annað ljós, sum fáa teg at endurmeta teg sjálva og tín sosiala leiklut.

Familjan við børnum, sum liva í ótryggleika, tí at pápin er óður ella mamman er alkoholikari.

Tekstirnir vóru merktir av tí rúmsáttu allýsing, sum er fyri monologin, umboðandi bæði epikk og drama. Í summum førum er teksturin sum ein søga ella frásøgn við persónum og hendingum, í øðrum førum ein innanrøða um eitt eksistensielt  evni ofta flættað saman við sálarsjúku ella tunglyndi, í uppaftur øðrum føri er talan um  endurminningar lagdar í munnin á gomlum abba ella huldumanni.

Sera hugaligt at so mong hava hug at skriva og luta sínar tankar við almenning.




Virðisløn til ung:  Katrin Rannváardóttir Reistrup: Spegil spegil

2. virðisløn: Eydna Skaale: Monologur frá 02 til 07

1. Virðisløn : Svanna Jákupsdóttir: Stovnsrøkt

Eftir handanina á bókasavninum og upplestur av vinnaratekstunum,  var monologframførsla í Løkshøll, har ið níggju sjónleikarar spældu monologar, bæði kendar og ókendar. 




Kristina Halgaklett, Julia (Shakespeare)

Svanna Jákupsdóttir, Stovnsrøkt


GONGUTÙRUR  FRAM VIÐ PRESTÁ Á SKÀLA

Ikki visti eg av hesari náttúrulundini. Ein perla á Skála. Vit fungu frágreiðing um arbeiðið, sum har er farið fram. Einaferð var her eitt grótbrot, einaferð ein svimjihylur og seinni ein DMI støð. Men nú eru hetta eitt frítíðarstað, ein friðarblettur, eitt spælipláss. Nógv trø og blómur. er plantað, brúgv gjørd og plantunøvn og upplýsandi skelti sett upp.


















Tjóðsavnið greiddi frá undankanningum , sokallaðum GPR kanningum á staðnum, og at nú verður royndargrevstur.  Vit sóu nógvar húsaleivdir, forvitnisligt er, at Ormur bóndi búði her og langabbi Nólsoyar Páll. Aftaná keyptu vit okkum kaffi og vaflur við Prestá.