Aug 29, 2021

Útferð við Reyða krossi

 Sjálvboðin í Reyðakrossi vóru boðin útferð vestur í Vágar. Vit fóru í tveimum stórum bussum úr Stiðjagøtu. Skráin var fín, upplýsandi og áhugaverd. Fyrst á skránni var heilsan og felagssangur í Sørvági, har Hiddenfjord bjóðaði vælkomin. Síðani var túrur við Jósupi út til aliringarnar á Sørvágsfirði og út til Tindhólm. Veðrið var av tí allarbesta, so tað var ein deiligur túrur.


Umborð á Jòsupi fingu vit frágreiðing um alingina og um fóðurskipanina. Vit sigldu eisini millum land og drangarnar.


Síðani bjóðaði Hiddenfjord eina tvíflís og kaffi, og vit hoyrdu og sóu eina framløgu um framleiðsluna, transport og annað. Sera áhugavert.



Nú var tíð at fara á krígssavnið, vit vóru nakað forsinkað í mun til ætlanina, so summi sleptu sær til Havnar nú, vit onnur fóru til Gásadals at fáa okkum kaffi og gularótakaku.

Savnið hevur fingið betri pláss nú, men enn er umvælingararbeiði í gongd, so tað verður nokk enn betri.
Ein fín útferð, takk fyri.


 

No comments:

Post a Comment