Aug 25, 2020

Anne Lise farin


Leygardagin 22. august doyði mín góða vinkona Anne Lise. Hon var ein trúføst vinkona, sum eg fekk loyvi at hava í mínum lívi í 49 ár, altíð góð í ráðum, ósnobbut og deiliga líkatil og jarðbundin. Samstundis eitt kreativt og listarliga áhugað menniskja.

Vit vóru í bindiklubbi saman, summi ár sóust vit eina ferð um mánaðin og summi ár eina ferð um árið. Tey árini allar vóru upptiknar av karrieru og smáum børnum var ikki so nógv tíð til yvirs, men nú seinnu árini hava vit sæst oftari.
Annelisa las nógv, og dugdi at brúka tað, hon las og lærdi. M.a. dugdi hon so sera væl at halda talur, og tað var altíð - so segði hann - substansur í hjá henni. Hon legði ofta út við filosofiskum evni, flættaði so ta aktuellu støðuna hegnisliga inní. Og gloym ikki skemtið og speiið, men altíð høvisk. Vit plagdu at bowla saman, og Annelisa var ofta høvuðstalari, altíð væl fyrireikað og skemtilig.

Hjá Annelisu og Mads var altíð so sera góður vertskapur, sangur og tónleikur og dansur var partur av teirra degi. Og Annelisa var góður kokkur eisini, eftir Marokko 2017 bjóðaði Annelisa til marokkokvøld. Sjálv tók hon ímóti í síðum, broderaðum marokkokjóla. Jú hon var litføgur eins og DESIGUAL klæðini, sum henni dámdi so væl.




Annelisa og Mads hava ferðast nógv, og eg havi havt ta gleði at vera í sama ferðalag sum tey, bæði í Marokko og í Russlandi. Sera vitandi og livandi ferðafelagar gera ferðina dupult so áhugaverda.




Tað er so láturliga stuttligt at vera saman og halda sær á gaman


Anne Lise heldur talu


Og nú er Anne Lise borin til gravar, tað er so syrgiligt, og vit skilja ikki, ella sum prestur segði: vit skyna bara í pørtum. Tað var ein vøkur jarðarferð, Manskórið sang ein sang á russiskum í kirkjuni og sólin skein í kirkjugarðinum.
Góði Mads, ein heilsan til tín í hesi sorgartíð. Saknurin er stórur, javnar seg, men ikki beinanveg. Vit eru mong, sum hugsa um teg og føla við tær!

No comments:

Post a Comment