Apr 1, 2019

Sjónleikaraskeið jan-mars 2019



Kvøldskúlin og Sjónleikarfelagið í Havn hava á fyrsta sinni boðið sjónleikaraskeið út til tey eldru, tey vaksnu ella tey gomlu, hvat ein nú vil kalla okkum. Vit vóru 9 fólk í mínum bólki, í leikinum vóru eisini fólk úr +45 bólkinum og nøkur børn.

Sóleyð Danielsen var lærari og leikstjóri. Og hon dugir alt, hon hevur eitt so fínt eyga fyri logistikki, casting og sjálvandi øllum tí sjónleikarliga, hugsi mær, at hon hevur havt ikki so lítið heimaarbeiði hesa tíðina! Hon ornaði rekvisittir og ljóðfílar og hevði í øllum, hon gjørdi, fakligan førleika og ungdómsligan myndugleika. Takk Sóleyð.


Skeiðið vardi 12 vikur, frá januar til mars 2019. Fyrstu fundirnir vóru í Sjónleikarhúsinum, og síðani vandu vit á Sanatorium í Hoydølum. Vit vandu tveir seinnapartar um vikuna og ímóti endanum vandu vit um kvøldið.
Bygningurin, størsta hús úr viði í Føroyum, spældi høvuðsleiklutin. Fólk, sum komu at hyggja, vóru nú á Sanatorium, (onkur áskoðari føldi seg, sum var hann á kostfeildini), trappurnar eru tær somu, rúmini eru tey somu, høgt til loftið og sera ljóst inni.
frá vinstru aftast: 1. Karsten Olsen, Mikkjal á Ryggi, mammudrongurin Jákup, Jørgen Frantz Jacobsen,
2.Anna Olsen kona Karsten. Birita. Marita, gentan hjá Jákupi. 3. Bedda, vaskikona. Mamma Jákup, í hatti. Fina frúa Ann Charlotte. Pirkan.4. Klemman. Per, sonur Karsten og Annu. Rasmus, sjúklingur. Marjun, dóttir Biritu. Lea, sjúklingur. Dr. Magnussen

Tann fyrsta sýningin var serstøk, tí at so mong av áskoðarunum høvdu tilknýti til húsið ella tíðina. Tað var sera gott at hoyra, at tey høvdu fingið nógv burturúr. Onkur segði, at eg líktist akkurát Klemmuni (sum var sjúkrasystir á Sanatorium), nógv søgdu, at Hilmar líktist akkurát dr. Magnussen.

So nógvar lagnur blivu avgjørdar har í Hoydølum. Vit hava lisið um tað hjá Karsten Hoydal, SVF hevur gjørst dokumentarsending um tað, og nú er ein leikur eisini spældur um tuberklatíðina. Heil hús doyðu av tuberklum, foreldur doyðu frá smáum børnum. Menn sluppu ikki til skips og mistu sína inntøku. Og í øllum hesum var eisini ein mótstøðurørsla, sum nørdist av eini vanlukku í Týsklandi, har fólk doyðu. Týðiligur paralellur til anti-vaccinatións tosið í dag viðvíkjandi MFR koppseting.

Sjónleikur er eitt ítriv, sum øll kunna vera við í, tað er ein edil list, sum gevur møguleika at granska menniskju og hendingar innanífrá. Sera spennandi skeið og lívsjáttandi 12 vikur. Tá ið sýningarnar vóru av sunnudagin, vóru øll við til at rudda, og Sanatoriið sá betur úr, nú ið vit fóru, enn tá ið vit komu, fóru vit oman í Sjónleikarhúsið at eta døgurða. Ein hugnalig stund við góðum fólki.









3 comments:

  1. Halló Bergljót. Takk fyri seinast og fyri góđa og gevandi samveru. Sera áhugavert skeiđ. Eg angri ikki, at eg meldađi til hetta skeiđiđ. Gevi ikki Sjúrđi S rætt í, at alt í lívinum er endurtøka aftaná tey 52 árini :) Havi hitt fólk, eg ikki fyrr havi kent, og vit hava haft eitt gott og stuttligt samstarv. Vónandi ikki fyri seinastu ferđ. Takk øll somul og góđa Sóley. Halt á. Tú ert fødd til at gera tađ tú gerst :) Deiligt skeiđ,deilig menniskju og deiliga hugnaligt "Lokaball" :)

    ReplyDelete
    Replies
    1. Akkurát Gunhild, hevði ikki sagt tað betur sjálv!

      Delete