Sep 10, 2018

Kvøldskúlin aftur í gongd

Føroyskt sum fremmandamál fer í gongd fyrr enn hini skeiðini um heystið. Í ár gera vit eitt sindur øðrvísi, tí vit høvdu møguleika at býta byrjanarflokkin sundur í tveir bólkar eftir førleika. Vit gjørdu eina støðiskanning og mettu síðani um, hvør hóskaði best til allar-allar fyrsta støðið A1, og hvør mundi fáa meiri burtur úr einum eitt lítið sindur hægri støði A2.  Hin lærarin er Alina Jespersen, hon er Meistari í lingvistikki, dugir væl føroyskt og hevur royndir av júst hesi undirvísing úr Týsklandi. Stutt sagt ein funnin fressur!

Vit eru sostatt farin undir at tillaga okkara undirvísing í FFM til CEFR krøvini - tað er evropisku sundurbýtingina eftir førleika. Í summar keypti eg nakrar skúlabøkur til hesa undirvísing, sum tey brúka í Noreg. Ein tekstabók og ein uppgávubók til hvørt stigi.


A1 
 Bøkurnar kalla lærugreinina "norsk og samfunnskunnskap", og vit síggja, at Noreg er alla tíðina annar tráðurin.
A1
A1



A2

B1

B2

Alina og Bergljót, lærarar

 Sera áhugavert at síggja, hvørji evni tey velja, og hvussu progressiónin er. Tíbetur síggi eg, at mín byrjanarbók VÆLKOMIN líkist hesum frálíku bókum, tó als ikki í øllum og als ikki í myndatilfarinum. Hesar norsku eiga at vera nakað dýrar at framleiða, hugsi eg. 






No comments:

Post a Comment