Aug 11, 2018

Filmurin Book Club

Hann gongur í Havnar bio. Onkur segði mær frá, at eg mátti farið við bókaklubbanum hjá mær. Eg hugsaði beinanvegin um filmin "The Guernsey Literary and Potato Peel Society" , sum eisini er um ein bókaklubb. Jú eg bestilti bilettir og borð á Hvonn. Eg sigi bara beinanvegin, at tað besta við kvøldinum var Hvonn og at gleða seg at sleppa í biograf.
Filmurin var um 4 eldri damur, ja í okkara aldri, sum fóru at lesa Fifty Shades of Grey. Kanska mær hevði dámt filmin betur, um eg hevði havt lisið bókina. Men filmurin var ikki filmatisering av Fifty Shades og Grey, sum onkur helt. Annars er Fifty Shades of Grey filmatiserað (2015) og vann 1. pláss í "vánaligasti filmur" bólkinum.

Men eg havi altíð fylgt Diane Keaton og Jane Fonda líkasum, og tær hava eisini spælt stuttligar filmar. Men hesin var bara býttur, tann triðja var Candice Bergen. Well, filmurin er sum sagt um tríggjar damur - einkja, fráskild og gift, sum hava ein bókaklubb. Og tær eru sera upptiknar av sínum aldri og tí dalandi sexlívi, sum hann hevur ført við sær. Tær fáa so íblástur av hesi erotisku frásøgn at fara at royna seg. Sumt var stuttligt, men tað nógva var bara gnisandi fjákut. Men, men rætt skal vera rætt, eg fór heim í steðginum.Kanska eg eri blivin so piparslig. Men vit flentu nógv.

Tað besta við kvøldinum var at hitta mínar bókavinkur, og tað var ikki keðiligt.

Hjartans takk fyri eitt deiligt kvøld, gleði meg til næstu ferð.

No comments:

Post a Comment