Feb 17, 2017

Hjartasteinur eftir Guðmund Arnar Guðmundsson

Eg havi sæð ein film í kvøld, í Norðurlandahúsinum. Tað er ikki so ofta eg síggi film, hóast filmur fyllir sera nógv í landslagnum hesi ár. Festivalar, føroyskt filmskvøld og Havnar bio hevur premierur í langar banar. Mær dámar betur sjónleik.

Men hesin filmurin Hjartasteinur var góður, hann vardi 2 tímar og 10 minuttir, gav sær góðar stundir at lata persónarnar mennast og uppliva og kenna. Filmurin var um at gerast vaksin. Ung fólk á bygd í Íslandi, sum uppdaga og royna sín seksualitet. Familjulív, sum ikki altíð er so líkatil, ella sum ongantíð er líkatil. Harðskapur og drukk. Og fyrst og fremst var temað fordómar ímóti teimum samkyndu, umboðað av einum manni, sum bleiv smurdur av, og sum ætlar at flyta til Reykjavíkar, og tí unga vakra Christiani, sum forelskar seg í Tóri, sum er forelskaður í gentuni Betu.
Hesi ungu spældu ótrúliga væl, áhugaleikarar, sum hava gingið til trening hjá leikstjóranum tvær ferðir um vikuna í nakrar mánaðar.
Bygdin, lítið fólk, nógv náttúra var pallurin, og viðspælari í myndamáli og dramaturgi.
Sum tey ungu vóru fitt og sakleys, og síðani so tankaleys og órein. Og sum eg føldi við Tóri, tá ið hann glaður hevði latið mammuni fisk, hann sjálvur hevði fiskað, og hon læt fiskin standa uttanfyri og rotna. So rotið var sambandið. Og sorgin, øðin og vónloysi føldust, tá ið Christian fer í fjósið um kvøldið púra fyri ongum, og søgan tekur eina dramatiska vend.
Tá ið filmurin var liðugur, var eitt viðtal við filmstjóran, sum Jan Berg Sørensen hevði.

Guðmundur Arnar Guðmundsson er bæði høvundur og leikstjóri. Hann hevur gjørt fleiri stuttfilmar. Hann greiddi frá, at íslendskur filmur hevur vunnið prísir á fleiri festivalum tey seinnu árini, men fyri tað er tað ikki víst, at nógv fólk fara í bio at síggja teir. Hjartasteinur er vorðin sera væl dámdur millum ung, ein tannáringafilmur.
MV5BYmQwMzUyMGEtMzBiYi00NzA2LWFjZjQtNTk4NGZkN2ZiMmJhXkEyXkFqcGdeQXVyNTc3NzczNTI@._V1_UX182_CR0,0,182,268_AL_

No comments:

Post a Comment