Dec 10, 2010

Jólakalendarin – 11

Í dag var meiningin at fara at seta nakrar hyasintir á grøvina, men tað var so nógvur vindur og regn, at vit vandaðu veður. Fitt var at hoyra Madeleine greiða mammu síni frá hesum: av tí at abbi er enn deyður, skuldu vit fara við blómum, men vit fóru ikki, tí tað var vindur. Tá ið hon kom til Føroyar, spurdi hon eisini beinanvegin, um abbi var enn deyður. Soleiðis føli eg tað eisini, sum um, at nú hevur tað varað nóg leingi, nú skal hann ikki vera deyður longur….men vit fara kanska við blómunum í morgin, um viðrar.

Vit vóru til sjónleik á dramaverkstaðnum, Lív Rósa var við. Tað sjáldsama var, at áskoðararnir sluppu at spæla við sum prisessa ella, vættur ella trøll. Tað var so stuttligt, men eitt sindur óhugnaligt, tá ið trøllini komu.

advent 10 006 advent 10 014 advent 10 004 advent 10 005

No comments:

Post a Comment