Dec 2, 2010

Jólakaledarin - 2

Í gjárkvøldið sat eg og hugdi at einum púra einkisigandi filmi, tá onkur pikkaði upp á mítt peruprýdda vindaeyga. Uttanfyri í myrkrinum var ein hvít læandi strika. Tað var Rósa úr Ethiopia, hon er so døkkholdað, at eg sá hana ikki beinanvegin í myrkrinum, men eg sá smílið, hennara læandi munn, og smíl er sum kunnugt stytsti vegur millum tvey menniskju. Vit sótu eina løtu og prátaðu, sjónvarpið bleiv sløkt. So fekk eg meiri viðkomandi tíðindi og meiningar úr hesi verð. Hon fortaldi mær um etiopiskt kaffi, og vit prátaðu um zumba og spinning. Í Etiopia spinna tey eisini, mest bummull. Rósa var við uppá at vera mín kalendaramynd í dag.

IMG_3225 IMG_3222

No comments:

Post a Comment