Aug 9, 2012
Samrøða um deyðan
H (6 ár): Mann má eta nógv fyri at vaksa
M (4 ár): Viss mann er vaksin skal man ikki vaksa meir
H: Nei-hei…
M: Tey sum eru gomul, sum omma, vaksa ikki meir
H: Meinar tú við langommu?
M: Nei, omma
H: Meinar tú við Borgarhjørt?
M: Nei, ommu
H: Hvussu eitur hon?
M: Bergljót av Skarði! (eitt sindur ótolin)
H: Hon er ikki gomul! (rættiliga skelkaður)
M: Jú, eitt sindur
H: NEI! Bergljót av Skarði er ikki gomul, tað sigur mamma mín! (harðmæltur)
Bergljót av Skarði hyggur fram um durakarmin, H flennir vilt (glaður at síggja ommu sína)
H: M sigur, at tú ert gomul…ha ha ha ha …men tað ert tú ikki
M: situr sum eitt spursmálstekn
(Viðm. 'langomman' er yvir 90, og Borgarhjørt er stutt síðan deyð, og H. hugsar um hana ofta.)
Aug 8, 2012
Aug 7, 2012
Hitta fólk í Havn
Dreingirnir hava verið og spælt úti á Reyni í allan dag, og Madeleine hevur verið hjá INgu Rósu og spælt við Kára. Hon slapp eisini at tøva saman við Guðný og á vøllin til fótbóltsdyst.
Aug 5, 2012
Summarfestivalur í Klaksvík
Tað er fyrstu ferð eg havi verið á summarfestivali. Tað var hugnaligt, sum ólavsøka, bara betri. Meiri barnavinarligt, minni øki, so tað var lætt at koma runt. Vit keyptu bilettir í góðari tíð, so tað var ikki so rándýrt. Vit hoyrdu Svein, Kular røtur og sóu Trøllapætur og ommuna. Tey eru mest skrálarí við sama lag – men okey. Og svimjihgylurin! Vit búðu 2 minuttir frá hylinum, so børnini svumu tvær ferðir.
Vit búðu hjá systkinabarninum á Mýriveg, takk Hanus Súni!
Aug 2, 2012
Kom og klipp kom og líma…
Vit hava havt ymiskt ítriv á skránni. Og nú hava vit verið í Dali. Tá ið vit komu aftur, fóru vit í BR, sum lovað fyri langari tíð síðani. Og síðani fóru børnini at svimja í Gundadali. Tey svimja sum kópar øll trý, hoppa av vippum og alt. Tá ið vit komu heim fingu vit døgurða frá Turið, og Inga Rósa og Guðny vóru við.
Jul 31, 2012
Minnisvarði
Nú eru 2 ár og 4 mánaðir, síðani Hans Marius fór frá okkum. Nú vóru nógvir steinar reistir har á leiðini, sum hann liggur. Eg eri glað, at hann hevur fingið ein stein. Vit reisa minnisvarðar um so mangan mann, bæði kongar, yrkjarar og vinnulívsmenn, soleiðis eisini um hann, sum var kongur, yrkjari og vinnulívsmaður í okkara familju.