Aug 12, 2025

Summardagbók 2025

 Nú fer summarið at halla. Tann ljósa tíðin er upplyftandi og lekjandi. Vit vóru heppin at fáa summargestir aftur í ár. Frida Sofía kom og Madeleina, og Emil kom nakrar dagar saman við einum vinmanni.

Elisabeth fylti 11. juli, og hornorkestrið í FH spældi fyri henni, og síðani bjóðaði hon lekran morgunmat. Seinni um dagin var hon tikin á bóli niðri í FH, har var borðreitt, og hon fekk talur og gávur. Tað heviur hon søtliga uppiborið mín gamla vinkona.











Vit vóru ein túr á Breiðasandi , ein perla - eg sigi ikki hvar. Madeleine, Magna og Herbert hugna sær.

Norrøna felagið gjørdi eina fína útferð við Westward Ho,
vit sigldu norður við Streymoynni, ein so frálíkur túrur í góðum veðri. Jens Marius stóð við stýrisvøl. Útsýnið var so vakurt, bæði Vestmannabjørgini og Vágalandið.



Í Leivsgøtu komu Alain og Leyvoy og Thorvaldur. Alain hevði gjørt eina kaku til junibørnini. Eg og Thorvaldur eru akkurát javngomul.

Í Dali var eitt festligt silvurbrúdleyp, har ið eg hitt mín gamla skúlafelaga Eyðgerð.
Silvurbrúðarparið Símin Hannus og Tórhild


Sólrun og hennara fólk komu ikki í ár, so eg mátti líka fara ein tripp til Danmarkar at vitja tey og síggja langommusynirnar.

Herman

Marius

Græsted

Græsted

Løkke familjan