Sep 22, 2020

Deiligt vikuskifti og Hamlet í Skuespilhuset

 Ferðin og sjónleikurin var ein føðingardagsgáva frá teimum í Danmark. Tað var eitt fantastiskt vikuskifti. Fríggjakvøldið fóru vit á restaurantina Flammen. Kjøtbuffet, og grønbuffet. Vit vóru í munnbindi, tá ið vit stóðu og ongum, meðan vit sótu. Síðani fóru vit í Skuespilhuset.


Hamlet var góður, ikki einastandandi frálíkur, men góður. Tá ið tú kennir innihaldið so væl, krevur tú kanska meira av kreativiteti og staffage. Tað vóru ikki nógv frávik frá gamla Shakes. Okkurt stuttligt inn ímillum, t.d. vóru Rosenkrans og Gyldestjerne klovnar, og Polonius var ein kona. 

Leygardagin vóru eg og Lisa túr og hugdu í handlar. Eg keypti nakrar bøkur og eina blusu. Men sum tað var herligt at spáka saman við Lisu. Vit klikka saman.



Um kvøldið gjørdi Símun døgurða, og vit hugdu at einum filmi saman, tað var einfranskur filmur Mignonnes (The Cuties) um nakrar smágentur. Góður filmur.

Sunnudagin fóru vit á museum, tað var Storm P savnið á Frederiksberg og eisini savnið Alhambra, sum er framhald og vísir modernaða satiru. Um kvøldið gjørdi Lars ein góðan grýturætt, tá vóru Bergur og Aran eisini saman við okkum. Sera hugnaligt.







                               

Mánamorgun fór eg aftur til Føroya.

No comments:

Post a Comment