May 31, 2024

List



Norðuratlantsbryggjan

Hviids vinstue er ikki tað ringasta á vári

Jórunn og Jóan Pauli vóru í Danmark samstundis sum eg, vit hittust ein dag. Og vit fóru út á Atlantsbryggjuna. vit sóu Havið hjá Hansinu, og har var ein stuttlig litføgur framsýning hjá Hallgrími Helgasyni. Tað vóru sjálvsmyndir, hvørt andlit var fleiri andlit. Frágreiðingin, hann hevði, var, at hvørt menniskja hevur fleiri síður ella persónligheitir.













Gøtulist. Kann man eiga ein lit? Hava patent uppá ljósablátt ?  hugsaði um Trónd, sum hevur ein bláan lit, sum hann sjálvur hevur blandað, Tróndablátt. Men tað kann ikki vera bannað at blanda ein slíkan bláan lit. 

Maersk og Grundfos hava fingið patent upp á ljósablátt og reytt ávikavist. Hannibal Andersen hevur málað henda húsaveggin í Gothersgade við hesum litunum sum eitt mótmæli ímóti, at man kann eiga ein lit. Motivið er spurnartekin og dollartekin.




May 29, 2024

Vitjað listasøvn og onnur søvn

 


Ordrupgaard








Lisa hevði langt ssíðani fortalt mær, at ein spennandi serframsýning var á Ordrupgaard.  Tað vóru listarverk hjá kvinnuligum impressionistum, sum hava staðið í skugga av monnum. Framsýningin skuldi vera til 20. mai, so vit fingu akkurát tíð at njóta hana.

Impressionismen og dens oversete kvinder

Framsýningin er 150 ár eftir fyrstu impressionist framsýningina í París í 1874. 

Nøvn sum Berthe Morisot, Eva Gonzales og Marie Bracquemond og onnur. Saman við myndunum var tekstur, sum segði frá teirra lívi og virki og teirra stríði fyri at sleppa upp í part.


Mary Cassett 1880

Berthe Morisot



Eg var ein túr á arbeiðarasavninum í Rømersgade. Har havi eg verið nakrar ferðir. Framsýningin er ikki so lætt atkomilig, tí hon er í einum gomlum húsum við smølum trappum og smáum rúmum, men tað sjálvandi samstundis partur av arbeiðarasøguni.


Nógv av innbúnum var úr 50 árunum, so tað var heilt heimligt.  Var eisini á einum savni, sum var ein ríkur bóndagarður á Samsø, og so var er á Rosenborg, har ið Chr. firtal hevði kátt sítt lív. Munur á monnum, má man siga.


















teak hillar til sína smiku og kamb

Samsø museum, heim frá 1900 talinum


Rosenborg slott frá 1600 talinum



rav ljósakrúna

Bukkan hjá kongi, flísarnar eru úr Delft


May 28, 2024

Marius Albjerg Nichlasarson Løkke Rasmussen

 

Marius við gubba sínum Jens Jacob

Nú var tað Mariusa túrur at fáa prestsins hond á høvdið. tveir dreingir vórðu bornir til dópin henda 26, mai í Garnisons kirkju, hin eitur William. Tað kvøtti ikki úr teimum., Prestur talaði um missiónsbefaligina um Paulus, sum ferðaðist langa leið og helt samband við samkomurnar við brøvum  um Ansgar, Hans Egede .


Garnisons kirkjan er frá 1703. Hiðani varð Hans Egede sendur sum missionerur til Grønlands. Hjálparfólk høvdu tey funnið í fongslum og bordellum, tey blivu doypt her, áðrenn tey fóru. 







omma og abbi

Simone, Herman og Bergur



Lisa og Nichlas høvdu boðið okkurt um 80 fólkum til móttøku í auluni í Zahles á Nørreport. Sera væl fyriskipað, góður matur og nokk at drekka.  Stuttligt at síggja teirra familju og vinir. Lisa hevði ein pakka til hvørt av børnunum. Marius var eksemplariskur, tað var ein langur dagur, og bæði hann og systkinabarnið Henrman skikkaðu sær sera væl allan dagin. 


Lisa, Anina og Kristina


Nichlas bjóðar vælkomin

Søren, Molly og Anina





pakka upp




May 21, 2024

Samsø - mai 2024

 Danmark er so gjøgnumorganiserað og væl kortlagt, at tað er einki fyri at ferðast. Fyrst Metro á Nørreport, so tok til Vordingborg og so Samsøferjuna. Frá ferjuni fór eg til gongu til Ballen. Ferjan var sera lík okkara ferjum, nakað sum Teistin til støddar ella millum Teistan og Smyril. Kafeteria var meiri líkt Smyrli.

mítt kamar á kvistinum

Gististaðið Balliwood í Ballen


Eg búði í einum frálíkum gististað, fekk stórt kamar á loftinum, ljóst og gott og gott baðirúm á gongini. Nógv ferðafólk eisini nógv børn vóru á Samsø nú um hvítusunnuna, og nógv ymisk mál vóru at hoyra. Tað besta við Ballen var caféin Den gamle købmandsgaard og ikki at gloyma sandurin ella strondin. Har gekk eg túr. Har vóru so nógvir ymiskir steinar. Enntá fór eg eisini at vassa. 





móðir og barn













Leygarmorgunin ringdi eg eftir bussi. Har er tað so, at tú kanst ringja eftir bussinum, men tað skal gerast tveir tímar áðrenn fráferð.  Tá bussuin kom, var tað ein taksabilur. Tað kostar bara 45 kr, og teir koyra um alla oynna. Annars er tað upplagt at súkkla á Samsø, sum so mangastaðni í Danmark.





 Eg fór til Tranebjerg, sum er tann størsti býurin á Samsø. Har er eitt museum. Sera áhugaverdar sýningar. 1. listfoto 2. Thorkild Bjørnvig 3. Vælhavandi gamal bóndagarður. Sunnudagin hevði eg ætlað mær í kirkju, men eingin kirkja er í Ballen og ikki gudstænasta í Tranebjerg. Hugsi ein prestur røkir alla oynna.   

Nógvir handlar eru í Ballen, m.a. er ein sum lýsir við, at tey hava G & G. Og einastaðni, har eg bað um salat við ongum breyðið, fekk eg steinaldarbreyð, so tað var eitt kvett. Gevi mítt besta viðmæli, fínt til Fróar frídagar, møðgutúr, familjutúr, bindiklubb m.a.